Tíðindi
24.11.2023
– Likamligur harðskapur og aðrar ógvisligar hendingar í barndóminum eru týðiligir vandafaktorar, tá ið talan er um stóra rúsdrekkanýtslu. Arbeiðið sum hevur til endamáls at fyribyrgja misnýtslu og hjálpartiltøk eiga at hava fyrilit fyri hesum, sigur Helle Stangeland, granskari við depilin, Nasjonalt kunnskapssenter om vold og traumatisk stress (NKVTS).
Likamligur harðskapur kann vera slag, spark, bank og at fáa likamligan skaða. Dømi um traumatiskar hendingar er kynsligur ágangur, at vera vitni til harðskap, ólukkur, vanlukkur sum eldsbruna, jarðskjálvta, skriðulop, at umsorganarpersónar doyggja og so framvegis.
Granskingarkanningin, sum Helle Stangeland er partur av, hyggur nærri at rúsdrekkamisnýtslu millum ungfólk, og hvussu misnýtslan ávirkar heilsustøðuna og liviumstøðurnar.
Ov stór nýtsla av rúsdrekka hevur álvarsamar avleiðingar. Tað inniber størri vanda fyri sálarfrøðiligum og somatiskum heilsutrupulleikum og kunnu føra til, at ung og vaksin doyggja tíðliga, sigur Stangeland.
Samband við traumu í barndóminum
Granskarar hava kannað, hvat traumu í barndóminum kunnu hava at siga fyri, um ung gerast bundin av rúsdrekka, og í hvussu stóran mun hetta ger seg galdandi. Harumframt vildu granskararnir vita, um samanhangurin millum at hava verið fyri harðskapi í barndóminum og rúsdrekkanýtslu sum vaksin hevur ávirkan á atferð og trupulleikar í ungdómsárunum. Til dømis um tann, sum hevur verið fyri harðskapi í barndóminum, líðir av afturvendandi høvuðpínu, vødda- og beinpínu og sálarligum trupulleikum í ungdómsárunum samanborið við annan ungdóm. Ung vaksin, sum hava pínu og líða av ymiskum, kunnu drekka meiri enn onnur fyri at doyva pínuna og líðingarnar. Granskararnir vildu tí kanna, um henda pínan og líðingarnar, sum persónarnir hava verið fyri í ungdómsárunum, fingu tey at drekka meiri sum vaksin.
Soleiðis er tað ikki. Tað at hava verið fyri harðskapi í barndóminum kann føra til hægri nýtslu av rúsdrekka sum ungur vaksin, treytaleyst av um ungfólkini eru plágað av høvuðpínu, vødda- og beinpínu og sálarligum trupulleikum í ungdómsárunum.
Granskararnir hava kannað dátur frá stóru heilsukanningini, sum er gjørd í Trøndelag í Noregi.
– Ungfólk og ung vaksin hava í tveimum umførum svarað spurningum um at hava verið fyri traumu, at hava pínu og sálarligar trupulleikar í ungdómsárunum. Harumframt hava tey svarað spurningum um stóra rúsdrekkanýtslu sum ung vaksin, sigur Stangeland.
Harðskapur ringast
Í kanningini kemur fram, at hevur tú verið vitni til ella beinleiðis verið fyri likamligum harðskapi í barndóminum, ert tú í stórum vanda fyri at gerast bundin av rúsdrekka á ungum aldri.
– Vit hildu frammanundan, at tey, sum vóru illa plágað av pínu og sálarligum trupulleikum í ungdómsárunum, fóru at drekka sum vaksin – júst fyri at doyva líðingarnar, men soleiðis er tað ikki. Heldur hinvegin er beinleiðis samband millum barndómstraumu og rúsdrekkatrupulleikar seinni sum ungur vaksin. Tað at vera fyri ágangi í barndóminum ger, at tú ert í størri vanda fyri at gerast bundin av rúsdrekka, treytaleyst av, hvussu líðingarnar annars eru í ungdómsárunum, sigur Stangeland.
Munadygg átøk krevja størri vitan
Úrslitini av kanningini vísa, at tað at hava verið fyri likamligum harðskapi, at vera vitni til harðskap og at hava upplivað ólukkur ella vanlukkur hevur samband við størri vanda fyri at gerast bundin av rúsdrekka í einum ungum aldri.
– Granskingin gevur okkum týdningarmikið innlit í, hvussu traumu í barndóminum kunnu føra til stóra rúsdrekka misnýtslu millum ungfólk. Úrslitini benda á, at børn og ung – serliga dreingir – sum hava verið fyri harðskapi, kunnu fáa stórar atferðartrupulleikar, sum aftur gera, at teir eru í stórum vanda at gerast bundnir av rúsdrekka nógv ár seinni, sigur Stangeland.
Kelda: forskning.no