Tíðindi
04.06.2019
Hvat fyri harðskap og hóttanir er talan um? Spark, sløg, bit, klór og ógvuslig róp er tað vanligasta. Tað er danska arbeiðseftirlitið, sum í 1200 førum hevur skrásett tilburðir um vánaligt sálarligt arbeiðsumhvørvi bara í 2018. Ikki færri enn 42 skúlar kring um í Danmark fingu átalu um, at sálarliga arbeiðsumhvørvið er so vánaligt, at lærarar eru í vanda fyri at fáa álvarsligar sjúkur, so sum strongd og sjúkur elvdar av strongd, hjartatrupulleikar og at kenna seg útbrend.
Í einum skúla í Keypmannahavnar-økinum eru 226 tilburðir skrásettir í tvær vikur. Í hesum skúlanum siga lærararnir frá, at næmingar dagliga rópa eftir teimum og hótta teir. Lærararnir hjá teimum yngstu næmingunum siga, at teir dagliga verða sparkaðir, bitnir, skumpaðir, klóraðir, royttir og annað, í miðdeildini hendir tað fleiri ferðir um vikuna. Umframt kemur beinleiðis harðskapur eisini fyri.
Blaðið hjá danska lærarafelagnum, Folkeskolen, gjørdi í fjør eina kanning, har spurt var um harðskap og hóttanir mótvegis teimum framdur av næmingum. Har kom tað fram, at meiri enn fjórði hvør lærari hevur verið fyri, at ein næmingur hevur verið harðligur ímóti teimum seinastu tólv mánaðirnar, og at trupulleikarnir við næmingum, sum eru ógvusligir í orð og tal, veksur. Lærararnir tongja økta talið av harðskapi og hóttanum saman við, at alt fleiri næmingar, sum áður hava gingið í serskúla, verða inkluderaðir í vanligum skúla. Níggju av tíggju lærarum siga í kanningini, at inklusjónin ger tað vandamiklari at arbeiða sum lærari. Fleiri næmingar, ið áður hava gingið í serskúla, eru í flokkinum, jú meiri likamligan og sálarligan ágang fremja teir.
NFA, sum stendur fyri Det Nationale Forskningscenter for Arbejdsmiljø, staðfestur, at lærarayrkið er ein av teimum yrkisbólkunum, sum er undir størst trýsti, tá ið talan er um sálarligt arbeiðsumhvørvi.