Tíðindi
10.05.2016
Sjálvandi, um tað ber til at samanbera soleiðis, hóast veruleikin er framvegis, at fólkatalið í Suðuroynni minkar støðugt.
Í Sandvík er eingin næmingur og sostatt eingin lærari. Í Hvalba eru 90 næmingar og 11 lærarar. Á Tvøroyri eru 245 næmingar og nakrir og tjúgu lærarar. Tvøroyrar skúli fevnir um tveir skúlar. Annar úti á Tvøroyri og hin í Trongisvági. Í Fámjin er ein næmingur við einum lærara. Haðan ganga fýra næmingar í skúla á Tvøroyri, tí foreldrini, sum arbeiða á Tvøroyri, hava tey við sær um morgnarnar. Børn í Hovi ganga í skúla í Porkeri. Í Porkeri eru 22 næmingar og tríggir lærarar. Í Vági eru 200 næmingar, 22 lærarar og ein námsfrøðingur, og í Sumba eru 21 næmingar, tríggir lærarar og ein stuðul.
Eingin forskúli er í Suðuroynni, men har er annað, ið saktans kann berast saman við henda víðfevnda spurningin um forskúla so ella so.
Á Tvøroyri til dømis er ein útibarnagarður, sum teir kommunalu myndugleikarnir og skúlaleiðslan halda vera ein sera væleydna skipan. Og líkt er til, at so at siga øll foreldur og avvarðandi eru fegin um útibarnagarðin í Trongisvági, har hann hevur verið 10 tey seinastu árini.
Í Vági er hent tað trý-fýra árini, at har hava tey barnagarð og dagrøkt til tey allar yngstu børnini og frítíðarskúla, sum heldur til í Vágs skúla.
Tann seinasti árgangurin í barnagarðinum, tann, tey rópa "skúlabólkurin" fer eftir øllum at døma at flyta í sjálvan skúlan. Og nettupp hetta líkist einum forskúla í hvussu er soleiðis at skilja, at tey eru í einum slag av forskúla helvtina av árinum.
Hetta við forskúla í Vági er nakað, sum skúlastjórin og leiðslan í barnagarðinum royna at avgreiða, og tað verður rættiliga skjótt sum skilst.
Hvat úrslitið av royndunum verður, er ikki greitt enn, men tað verður helst tað, ið skilliga kann metast javnt við ein forskúla. Um tað fer at eita forskúli, ella um tað fer at eita Skúlabólkurin er so spurningurin í løtuni.
Navnið greiðir einki og spillir heldur ongan, tí hvat tað so enn fer at eita, verður Suðuroyggin ikki afturúrsigld.
Myndin:
Spurningurin um forskúla í Vági er nakað, sum skúlastjórin, John Henrik Holm (myndin) og leiðslan í barnagarðinum royna at avgreiða, og tað verður rættiliga skjótt sum skilst
Tekstur og mynd: Sonne Smith