Tíðindi

Handritakapping í Námi til 25. apríl

Síðsta freist at senda Námi handrit til handritakappingina er um ein mánað

29.03.2017

Undir herrópinum: - Hevur tú eina bók í búkinum? - Fá hana út í fingrarnar! kunngjørdi Nám í fjør eina handritakapping um bestu skúlabókina. Virðislønin er 50.000 krónur fyri besta skúlabókahandrit til miðnám, og sama upphædd fyri besta skúlabókahandrit til fólkaskúlan.
- Vit leggja hundrað túsund krónur á borðið, tí vit vilja velta upp úr nýggjum, so Nám fær fleiri lærubókahøvundar at knappaborðunum, segði stjórin í Námi, Regin Marnersson.
- Samstundis vilja vit hava fleiri upprunaføroyskar útgávur, sum ikki eru so stórar og drúgvar, at hugsingur ikki er um at koma út við teimum, ella at fara undir tær, sigur stjórin í Námi.

Handritið skal verða sent bæði talgilt og í pappírsformi til Nám.

Mynd: Birgir Kruse
- Málið er, at allar lærugreinir í fólkaskúla og allar kravdar lærugreinir á B og C stigi á miðnámi skulu hava eina føroyska grundbók, sum ikki er eldri enn 10 ár, sigur Regin Marnersson.

Nám hevur skipað fyri byrjanarkvøldum, har høvundar og ritstjórar hava greitt frá, hvussu tað er at skriva handrit, og hvat krevst. Eitt nú hava Oddfríður Marni Rasmussen og Hanna Jensen sagt frá egnum royndum at skriva handrit. Tey góvu eisini boð uppá, hvørji krøv dagsins skúli eigur at seta tí góða handritinum.

Dómsnevnd
Dómsnevndin í kappingini hjá Námi um besta skúlabókahandrit telur fimm fólk. Tey eru stjóri, útgávuleiðari og ein ritstjóri í Námi, ein fólkaskúlalærari og ein miðnámslærari.

Alt um kappingina sæst á undirvísingarportalinum, Snar.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni