Tíðindi

Góðar loysnir finnast, soleiðis at næmingatalið ikki fer upp um 24

Landsstýrismaðurin við barna- og útbúgvingarmálum hevur enn einaferð fingið skrivligan fyrispurning um næmingatalið í fólkaskúlanum. Hesa ferð er tað Magnus Rasmussen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, sum vil vita grundgevingarnar fyri, at landsstýrismaðurin góðtekur flokkar við hægri enn um 24 næmingum

24.04.2023

Tað var í farnu viku, at Magnus Rasmussen setti ein skrivligan fyrispurning eftir § 52a í tingskipanini. Spurningurin var: 1. Við hvørji grundgeving hevur landsstýrismaðurin góðtikið, at næmingatalið fer upp um 24 næmingar í hvørjum flokki?

Landsstýrismaðurin svarar: Verandi játtanarskipan, sum er grundað á flokkatal, er frá 2000 og er grundleggjandi tann sama enn, men er tó útbygd so hvørt at fevna lógarbroytingar og nýggj átøk av ymiskum slagi. Fyrisitingarliga er mannagongdin, at skúlarnir upplýsa fyribils næmingatøl pr. 1. februar og endalig næmingatøl  pr.  1.  september  í  skúlaárinum. Grundað  á  hesa  seinnu  uppgerðina  verður  endaliga játtanin løgd til skúlan fyri skúlaárið. Orðingin í grein 20 í fólkaskúlalógini “Við skúlaársbyrjan eigur næmingatalið vanliga ikki at fara upp um 24 í hvørjum flokkinum” hevur fyrisitingarliga ikki verið umsitin soleiðis, at landsstýrisfólkið í hvørjum einstøkum føri og á hvørjum ári hevur góðtikið, at næmingatalið tíðum hevur verið hægri enn 24. Verður  hugt  nøkur  ár  aftur  hevur  flokkatalið,  sum  hevur  ligið  oman fyri  24  næmingar  við skúlaársbyrjan, ligið rættiliga støðugt um gott og væl 20 flokkar. Verandi játtanarskipan leggur upp fyri stórum flokkum við eitt nú tvílæraraskipan í 1. og 2. flokki, sum ger, at tveir lærarar eru um flokkin, ella flokkurin kann verða skipaður í smærri bólkar partar av degnum.  Harumframt  er  ein  miðfirrað  játtan,  sum  er  24%  av  næmingatalinum  í allari  skipanini  til m.a. sernámsfrøðilig átøk av ymiskum slagi, sum ger tað møguligt hjá skúlunum at skipa seg ymist við m.a. smærri bólkum og eyka hjálp til ávísar næmingar. Og so er tað skipanin við handaverk og list, at játtanarskipanin er grundað á 12 næmingar í hvørjum bólki. Alt í alt ger hetta, at hóast flokkar fara upp um 24 næmingar, eru møguleikar hjá skúlunum at skipa serlig átøk og uppbýti, so til ber at arbeiða fjølbroytt og í smærri bólkum ella við eyka lærarakreftum inni í flokkinum.

Viðurskifti at taka við:

At  býta  flokkar  sundur  er  eitt  stórt  og  víðfevnt  stig  at  taka.  Nevnda  orðing  í  lógini  gevur  nakrar avbjóðingar. Serliga í skúlum, sum liggja beint á markinum, tí eitt ár kann verða farið ein næming upp um 24, fyri síðani næsta árið at liggja nett á 24 ella niðanfyri. Tá er tað ikki skynsamt at býta flokkarnar  sundur  fyri  so  stutt  eftir  at  leggja  saman  og  soleiðis  skapa  órógv  um  grundleggjandi bygnaðin.

Av tí sama er neyðugt at hava eina skipan viðvíkjandi næmingatali í flokkunum og viðvíkjandi játtan, sum letur upp fyri einum ávísum spenni og letur upp fyri møguleikum hjá einstaka skúlanum at skipa seg innanhýsis grundað á egna støðu og fortreytir og ikki ov fastlæst.

Skúlaárið 2023/24:

Landsstýrismaðurin   er   gjørdur   varugur   við,   at   tað   eru   um   20   flokkar,   sum   við   upplýstu næmingatølunum pr. 1. februar 2023 fara upp um 24 næmingar í hvørjum flokki. Landsstýrismaðurin fer saman við fyrisitingini og skúlunum at hyggja nærri at hesum viðurskiftum, so at tær støður, tá ið næmingatalið fer upp um 24, verða lýstar væl, og góðar loysnir funnar.

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni