Tíðindi

Góðanáttsøgur eru lykilin til, at børn læra at lesa og skriva

Siðvenjan at lesa fyri børnum áðrenn songartíð er í stórum vanda at fara fyri bakka; serfrøðingar hava verið frammi og sagt, at foreldur ikki longur geva sær stundir á sama hátt sum fyrr at lesa fyri børnunum, tá ið arbeiðsdagurin er liðugur, og at tey gevast at lesa fyri børnunum, tá ið tey eru smá.

11.12.2015

”Foreldur hava eitt ógvuliga, ógvuliga strævið lív,” sigur Diana Gerald, stjóri í Book Trust, ið er ein stovnur, sum eggjar børnum og familjum at njóta bøkur og menna lesiførleikarnar. ”Vit liva í einum heimi, har foreldur royna at fáa familjulívið og arbeiðslívið at sampakka. Nógv foreldur arbeiða skiftandi arbeiðstíðir, og stórt trýst er á familjurnar. Nógv fólk arbeiða meiri og meiri.”

Ein nýggj kanning, sum YouGov, ið er ein altjóða greiningarfyritøka, nýliga hevur gjørt, vísir, at foreldur gevast at lesa fyri børnunum, tá ið børnini eru komin á lagið at lesa sjálv, hóast barnið ikki er til reiðar at sleppa góðanáttsøguni, sum mamman ella pápin lesur fyri teimum. Kanningin staðfesti, at 83 prosent av børnunum vildu hava foreldrini at lesa fyri teimum; 68 prosent av børnunum søgdu, at henda løtan, har lisið verður fyri teimum, var teirra serliga løta. (”Tað kennist so fjálgt,” segði ein 11 ára gamal drongur.)

Eini foreldur av fimm umhugsa at gevast at lesa fyri børnunum, áðrenn børnini eru 9 ár, og næstan ein triðingur av børnunum frá 6 til 11 ár, hvørs foreldur eru hildin uppat at lesa fyri børnunum, sakna, at foreldrini lesa fyri teimum.

Rithøvundurin Frank Cottrell Boyce, sum í 2004 fekk Carnegie heiðurslønina fyri fyrstu barnabók sína, Millions, er skelkaður av gongini. ”Tað at lesa fyri børnum áðrenn songartíð er lykilin til, at børnini menna alskin at lesa. Henda løtan áðrenn songartíð hevur størri týdning fyri børnini enn frílesingarløtur í skúlanum,” sigur hann.

“Lesiupplivingin í skúlanum er ikki altíð av tí góða. Har verða børnini biðin at lesa, áðrenn nakar hevur víst teimum, hvussu gott tað er at lesa, so hvat fyri motivatión hava tey fingið? Sjálvt børn, sum duga væl at lesa og skriva, eru í vanda fyri at missa hugin at lesa, um tey ikki uppliva, hvat endamálið er við at lesa.”

”Síðan elligamlar dagar hava fólk havt løtur, har tey hava sitið rundan um bálið, gjørt eldsteinar og sagt frá søgum. At gevast við hesi siðvenjuni nú er at bróta ketuna.”

Ein onnur kanning, har fleiri enn 2000 foreldur, sum hava børn í aldrinum 4 til 10 ár, taka lut, vísir, at 4 prosent av teimum lesa góðanáttsøgu fyri børnunum hvørt kvøld; 69 prosent siga, at tey hava ikki tíð, og 26 prosent siga, at tey lesa minni og minni.

“Foreldur vita, at tey eiga at lesa fyri børnunum, tá ið tey eru smá; tað, sum er undranarvert, er, at tá ið børnini eru í ferð við at menna førleikarnar at lesa sjálv, gevast foreldrini at lesa fyri teimum, hóast børnini vilja hava tey at halda fram. Tey vilja hava tey at halda fram at lesa fyri teimum, tí teimum dámar tað at fáa eina søgu og teimum dámar nærveruna,” sigur Catherine Bell, stjóri í forlagnum Scholastic.


Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni