Tíðindi

Góð útlufting í skúlastovunum sparir pengar og sjúkradagar

Frískari luftin er í hølunum, tú arbeiðir ella gongur í skúla, færri sjúkradagar eru, og meiri sparir samfelagið og tú pengar. Tað vísir kanning, sum er gjørd á DTU í Danmark.

21.04.2023

Í rundum tølum kann samfelagið spara nógvar pengar við góðum útluftingarskipanum. Í Danmark meta granskarar frá DTU, Danmarks Tekniske Universitet, og ein røð av búskaparfrøðingum, at meiri frísk luft í skúlunum fær sjúkradagatalið nógv niður. So nógv niður, at kommunur, land og borgarar í Danmark tilsamans spara millum eina hálva og eina heila milliard krónur. Hetta sigur Jørn Toftum, professari við DTU Sustain, sum hevur verið við at gera kanning um inniklima í almennum bygningum.

- Vit vita, at verður luftin ofta skift út, hevur tað nógv at siga fyri at fáa vandan fyri smittu av luftbornum virusum niður, so sum RS-virusinum, covid 19 og krími. Tað er eingin ivi um, at nógvir pengar eru at spara í sjúkradøgum við einum betri inniklima, sigur hann.

Í frágreiðingini, sum hann hevur verið við til at gera, kunnu vit lesa, at land, kommunur og borgarar tilsamans kunnu spara 1.904 krónur um árið fyri hvønn næming við at bøta um inniklimaið í skúlunum til tað besta inniklimaið. Fyri lærararnar er talan um 1.287 krónur um árið. Falda vit talið upp við talinum á næmingum og lærarum í donsku skúlunum, enda vit á umleið einari milliard krónum. Hann undirstrikar, at fyrivarni skal takast við útrokningini, tí nógv óviss viðurskifti eru.

At stórar sparingar eru við frískari luft í skúlastovunum verður váttað í eini stórari italskari kanning. Ein røð av granskarum almannakunngjørdu í fjør úrslitini av eini kanning av 10.000 skúlastovum í Italia, harav 316 høvdu mekaniska ventilatión. Ventilatiónsskipanin minkaði vandan fyri smittu av luftbornum virusum við 80 prosentum, sigur Jørn Toftum.

Tá smitta og frísk luft hanga tætt saman, kemst tað av, at luftbornar sjúkur eitt nú smitta gjøgnum elalítlar bitlar, sonevndar aerosolir, sum stava frá tí, vit anda út. Teir minstu bitlarnir kunnu flyta seg upp á tvørs í eini skúlastovu og hanga í luftini í einar 30 minuttir, á sama hátt sum sigarettroykur ger, sigur Jørn Toftum. Tá vit endurnýta umleið 5 prosent av luftini í rúminum, anda næmingar og lærarar luftina inn, sum øll anda út.

Munadyggasti mátin at minka um smittu er sambært professaranum at geva rúminum meiri luft uttanífrá – tað er at tinna innihaldið av smittandi aerosolunum í luftini. Tá influensatíðarskeiðið vanliga er merkt av lágum hita úti, er tað sjáldan, at vit hava vindeyguni opin leingi á víðan vegg. Eitt ella annað slag av ventilatión, sum kann verða stýrd, er tí besti hátturin at tryggja góða inniluft í skúlastovunum.

Í Boston í USA hevur býráðið sett CO2-mátarar í hópatali í øllum skúlastovunum í býnum. Mátingarnar síggjast á netinum, so øll kunnu síggja tær.

Í Hollandi hava landsins 9.000 skúlar skyldu til at seta CO2-mátarar upp í øllum skúlastovum.

Í Stórabretlandi hevur koronafarsóttin givið myndugleikunum høvi til at seta 8.000 luftreinsarar og 400.000 CO2-mátarar upp í skúlunum.

Kelda: folkeskolen.dk


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni