Tíðindi

Góð útlit hjá teimum orðblindu

- Sjálvandi manglar nógv enn, men kósin er sett, og málið er í eygsjón, sigur Rasmus Magnussen, ein av teimum ídnu limunum í Lions, sum tóku stig til tað sera munadygga tiltakið hjá felagnum fyri nøkrum árum síðan. Munadygg framstig síggjast støðugt, og enn eru boð eftir Rasmusi

23.06.2016

Tann tíðin er langt síðan farin, tá ið skúlabørn vórðu sibbar og sótu á aftasta bonki í skúlastovuni, tí tey dugdu ikki at lesa.

Í 2010 sóknaðist Lions Club Tórshavn eftir nýggjum átøkum til at stuðla. Rasmus Magnussen spurdi konu sína, Turið, um hon visti okkurt hugskot. Hon vísti á orðblindni. Hetta komst helst av teirra egnu royndum við orðblindni í familjuni – Rasmus er sjálvur orðblindur, so hann veit, hvat hann fæst við í tí sambandi.

Heystið 2011 stóð ein grein í Skúlablaðnum, "Øll tey gávuríku orðblindu". Har stóð m.a.:

"Ja, hvussu er vorðið við teimum orðblindu í Føroyum? Vit hava ikki slept teimum upp á fjall, tí higartil hava vit slept teimum niður á slættan í Danmark. Men nú kann vera vell, skilst á Lions Club Tórshavn. Felagsskapurin hevur tikið stig til, at Føroya Orðblindaskúli letur upp 1. august 2013."

Orðblindaskúlin er ikki stovnsettur enn, men nógv gott er hent kortini, síðan Lions Club Tórshavn fríggjakvøldið, 23. september 2011 skipaði fyri einum serligum tiltaki í Miðlahúsinum í Vágsbotni í Havn, tá tveir danskir fyrilestrarhaldarar greiddu frá orðblindni –  við serligum atliti at tørvinum hjá orðblindum skúlabørnum.

Nú í 2016 skriva Lions-limir eitt minnisrit, tí at felagsskapurin hevur 50 ár á baki í ár. Teir skriva sjálvandi eisini um sítt stóra orðblindatiltak, sum fevndi um árini 2010 til 2014.

Vit vita, at sjey prosent av øllum vaksnum danskarum siga seg vera orðblindar, og eini trý prosent hava álvarsligar trupulleikar við at lesa vanligan tekst. Flyta vit hesi tøl til Føroya, kunnu vit staðfesta, at í føroyska fólkaskúlanum eru einir 500 orðblindir næmingar.

Vit hava onga kanning, sum vísir, hvussu nógv kunnu siga seg vera orðblind í Føroyum, men hyggja vit at føroyska fólkaskúlanum og bera danska talið, ið er staðfest við kanning, saman við gitta talið í Føroyum, so kundu umleið 500 orðblindir næmingar fylt ein stóran skúla í Føroyum.

Orðblindni stendst hvørki av tvørrandi evnum, sjóntarni ella trupulleikum við at vita munin á vinstra og høgra. Harafturímóti er tað torført hjá orðblindum at skifta samanhangandi talu sundur í teimum málljóðunum (fonemur), ið eru støðið undir skriftini.

Einki var at ivast í, at skulu vit fáa hjálpt okkara mett 500 orðblindu skúlanæmingum, so kravdi tað eitt ódnartak.

Í 2008 avráddi Lions Club Tórshavn, at ljós skuldi varpast á orðblindni og tær avleiðingar, ið standast av at vera orðblindur. Skipað varð fyri ráðstevnu á Hotel Føroyum við fyrilestrum og kjaki, og ikki færri enn 200 fólk vóru á hesi sera væl eydnaðu ráðstevnu, sum Jóannes Eidesgaard, ið var løgmaður tá, setti.

Minni enn tvey ár eftir ráðstevnuna í 2008 høvdu 18 orðblindalærarar tikið prógv, og Mentamálaráðið hevði útvegað pening til at undirvísa orðblindum í kvøld- og vinnuskúla um alt landið. Hesir lærarar hava havt fleiri skeið síðan, og í dag eru teir einir 40 í tali.

So nú í 2016 ber til at fáa nakað av orðblindahjálp á øllum lærustovnum í Føroyum. Tað verður gjørt bæði við at kanna børnini, veita serundirvísing, lestrarhjálp til próvtøku og ikki minst við teldutøkni.

Føroyska mentamálaráðið er kanska einasta ráðstova í heiminum, sum hevur avrátt, at øll skulu – fyri einki – hava atgongd til teldutøk orðblindaprogramm, og Arbeiðsloysisskipanin, ALS, hevur millum annað bjóðað arbeiðsleysum føroyingum orðblindaskeið.

So ... jú, "sjálvandi manglar nógv enn, men kósin er sett, og málið er í eygsjón," sigur Rasmus Magnussen, limur í Lions Club Tórshavn.

Myndin:

Rasmus Magnussen, stigtakari til ódnartakið at hjálpa orðblindum í Føroyum, hevur ongantíð ivast í, at teir pengarnir, vit brúka til at undirvísa orðblindum, koma samfelagnum tíggjufalt til góðar

Tekstur og mynd: Sonne Smith


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni