Tíðindi
15.10.2024
Fremsta fortreytin fyri, at arbeiðið við trivnaði og felagsskapi ber á mál, er, at leiðslan í skúlanum gongur á odda og setir orku, tíð og fólk til hetta arbeiðið, sigur trivnaðarráðgevin. Tí arbeiðið við at broyta eina skeiva gongd og hugburð til happing er sera drúgt, trupult og komplekst, og vit síggja ikki úrslitið av arbeiðinum fyrr enn nógv seinni.
- Leiðslurnar hava stóra ábyrgd og kanska ov nógvar uppgávur. Vit kunnu spyrja, nær skúlastjórin hevur stundir at vera leiðari, tá ið hann skal undirvísa – mangan nógvar tímar um vikuna. Allar leiðslurnar eiga at verða styrktar munandi, soleiðis at tær megna allar tær nógvu og umfatandi uppgávurnar, tær hava. Styrkt leiðsla er ikki bara fígging, men amboð, umstøður og ráðgeving frá evsta myndugleika. Leiðslurúmið eigur at verða styrkt við ráðgeving og betri umstøðum, og skúlastjórar eiga at fáa betri leiðsluamboð. At skipa størri skúlaeindir kundi verið eitt boð; eg skilji væl vandan við fjarleiðslu, men tað er eisini ein vansi við skipanini, sum vit hava, har skúlastjórin á smærru skúlunum skal undirvísa nógv, hóast hann hevur meiri enn nóg mikið við at vera leiðari, sigur Tóra Petersen, sum fegnast um, at Undirvísingarstýrið hevur valt at seta fulltrúa at taka sær av leiðslunum í fólkaskúlanum.
- Tað er eitt sera gott stig. Undirvísingarstýrið eigur at halda fram at styrkja leiðsluøkið. Samstundis eiga vit at fara undir gransking á leiðsluøkinum og seta granskingargrundað átøk í verk.
Sambært kunngerð eiga næmingaráð at verða sett í hvørjum einasta skúla. Síðstu árini hava vit sæð, at verulig gongd er komin á hetta arbeiðið, og í flestu skúlum eru næmingaráð stovnað. Í kunngerðini stendur, at næmingaráðið hevur rætt at ummæla øll mál, sum snúgva seg um næmingaviðurskifti, og at úttala seg um øll mál. Men hvørja ávirkan hava næmingaráðini í roynd og veru? Trivnaðarráðgevin heldur, at næmingarøddin eigur ikki at verða undirmett, tí næmingarnir kenna viðurskiftini innanífrá og hava mangan eina aðra fatan og uppliving av veruleikanum enn lærarar og onnur vaksin hava.
- Tá ið vit skapa karmar um skúlan og barna- og ungdómslív eigur sjónarhornið hjá børnum og ungum altíð at verða tikið við. Jú, vit hava næmingaráð í skúlum, men tað er spell, at tey í veruleikanum lítla og onga ávirkan hava. Eg eri ivaleys í, at tóku vit tey veruliga við, og ikki bara lótu sum um, at vit taka tey við at skapa karmarnar, so hevði tað munað. Spyrja vit børn og ung í dag, so hava tey eina greiða hugsan um, hvat skal til at skapa ein betri felagsskap og góðan trivnað. Skulu vit gera okkum vón um at venda gongdini við happing og mistrivnaði, so eiga vit at spyrja tey, hvat tey halda skal til, hvat tað er, sum er stuttligt við at ganga í skúla, nær tey læra mest og best, nær tey mennast best og so framvegis. Verða tey av álvara tikin við í arbeiðið at finna loysnirnar, so gevur mann teimum samstundis eina ábyrgd, og ta ábyrgdina taka tey í álvara. Eitt hugskot er at seta ein bólk í skúlanum, har leiðsla, lærarar, sergreinir í skúlanum, skúlastýri og næmingar eru umboðað, og at hesin bólkurin arbeiðir miðvíst í eitt tíðarskeið. Síðan kann arbeiðið verða eftirmett.
Les alla greinina í Skúlablað nr 4, 2024.