Tíðindi
17.11.2015
Tað er gleðiligt, at MMR sær tørvin á, at lærarar fáa ein ella fleiri dagar, har teir kunnu hugsavna seg um eitt týdningarmikið evni, sum hevur við okkara fak at gera. At tað bæði vóru føroyingar og útlendingar, sum løgdu fram, gjørdi bert dagin betri. So hesaferð kunnu vit ikki siga “bert lúsin útlendsk er”. Tað er týdningarmikið at fáa tøl, um føroysk viðurskifti løgd fram og brúkt.
MMR var væl umboðað, og tað hevur týdning, tí tað sendir eitt positivt signal. Eitt signal um, at tey eisini halda hetta vera áhugavert at lurta eftir. Sum tað eisini kom fram, so var meiningin, at bert nakrir lærarar skuldu sleppa á skeiðið, men tíbetur broytti landsstýriskvinnan ta avgerðina, og samstundis gav hon øllum lærarum møguleikan at vera við. Við teirri avgerð fara vit at síggja ringvirkningar, sum vit annars ikki høvdu sæð.
Eg vil ikki siga, at eg lærdi so øgilig nógv nýtt, men eg fekk eyga á onkra vanahugsan, sum væl kann broytast. Tað er so satt, tá donsku fyrilestrarhaldararnir siga, at vit fella í okkara góðu og gomlu vanar ella vanahugsan, kanska serliga tí vit vilja so fegin hjálpa her og nú. Men tað, vit skulu, er at flyta okkum eitt sindur burturfrá og síggja trupulleikan úr ymsum sjónarhornum. Hesum kunnu vit ikki vera ósamd í. Tað er altíð gott at grunda yvir tað, sum hevur ávirkan á lívið hjá einum barni. Tað hevur vanlig undirvísing, sum vit leggja neyvt til rættis, og tað hevur tann sosiali parturin hjá gerandisdegnum hjá barninum eisini. Tað er ikki nøkur nýggjheit, at trívist tú, lærir tú.
Tá landsstýriskvinnan fekk orðið at enda ráðstevnina, segði hon nøkur gandaorð fyri okkum áhoyrarum. Ein tílík ráðstevna, sum hevur verið hesar báðar dagarnar, kostar ikki so nógv. Vit hava høli, sum vit kunnu brúka, so er tað bert fyrilestrarhaldarar og matur, ið manglar. Fólkaskúlin hevur tørv á, at tað verður fylt á hjá lærarum, teir møta ikki til ráðstevnur, ið eru aðrastaðni, tí teir eru til arbeiðis.
Hesi vøkru orð fingu lógvabrestirnar at runga í salinum, tí hetta eru nýggir tónar frá MMR. Tónar, ið eru væl lýddir í okkara oyrum, og vit gleða okkum longu til næstu ferð, ið ikki er so leingi hjá mær at bíða, tí floksleiðsla er longu sett á skrá.