Tíðindi

Góð ráð og íblástur til skúlabókina

Altjóða læraradagin, mikudagin 5. oktober í 2016 kl 19:30, skipar Nám fyri byrjanarkvøldi í sambandi við lýstu kappingina um Besta skúlabókahandrit.

11.09.2016

Regin Marnersson, stjóri í Námi, bjóðar vælkomin og Signar í Homrum syngur góðar sangir.
 
Síðan fara Oddfríður Marni Rasmussen og Hanna Jensen á kveikjandi hátt at siga frá um egnar royndir og møguleikar at gera tilfar, sum kann verða brúkt í undirvísingini. Tey fara eisini at geva eitt boð uppá, hvørji krøv dagsins skúli eigur at seta tí góða handritinum í fólkaskúlanum og á miðnámi.
 
Tiltakið er alment, og vendir sær eisini til tey, sum ikki eru lærarar, men vilja skriva skúlabøkur í samráð við Nám.
 
Tey, sum møta, sleppa til orðanna, og ritstjórar í Námi vera til staðar. Í sambandi við handritakappingina kunnu ritstjórar í Námi eisini geva teimum ráð, sum hava hug at skriva. Rágevingin er í mesta lagi fimm tímar til hvønn høvund, sum er við í handritakappingini.
 
Alt um kappingina um Besta skúlabókahandrit sæst á heimasíðuni hjá Námi og á Snar her:
 
http://snar.fo/skipan/kunning/news/besta-skulabokahandrit/
 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni