Tíðindi
24.05.2022
Hyggja vit at tí, sum verður játtað til gransking og menning í fólkaskúlanum í Føroyum, kunnu vit skjótt staðfesta, at tað er ógvuliga lítið, og samanborið við onnur øki í samfelagnum nærum einki. Í yvirliti, sum Granskingarráðið hevur gjørt yvir verkætlanir, sum hava fingið játtað stuðul frá ráðnum í tíðarskeiðinum 2002-2020, hava bara nakrar heilt fáar verkætlanir í gransking í skúlaskapi og fólkaskúlaøkinum sum heild fingið stuðul. Hetta tíðarbilið hava 214 verkætlanir fingið játtað stuðul. Verkætlanirnar, sum kanna viðurskifti í fólkaskúlanum, eru fimm í tali. Tær eru ein kanning í føroyskari rættskriving hjá børnum og ungum í 2003. Ein í almenndidaktikki í 2014. Ein í menning av vitanini hjá støddfrøðilærarum um nýtsluna av CAS, eisini í 2014. Ein í samstarvandi læruhættum í 2015 og ein í 2019 í inklusjón í fólkaskúlanum.
Aðrar verkætlanir enn tær, sum Granskingarráðið hevur stuðlað, kanningar og frágreiðingar, størri og smærri, eru gjørdar; summar teirra hevur Námsvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum verið partur av saman við Mentamálaráðnum og kommunum. Samanlagt er tó ikki talan um nógvar.
Vantandi áhugin at granska í skúlaskapi og skúlaviðurskiftum í Føroyum kemst lutvíst av vantandi raðfesting av gransking og lutvíst av, at tey, sum hava granskingarførleika, eru ov sperd av at undirvísa. Tað heldur Jacob Eli S. Olsen.
- Skulu vit hava meiri gransking í skúlaskapi, mugu vit hava fleiri fólk við granskingarførleika. Tað eru alt ov fá starvsfólk í føstum starvi á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, og tey, sum hava granskingarførleika, eru alt ov upphongd við undirvísing. Tey undirvísa nógv meiri enn undirvísarar á øðrum deildum á Setrinum og á samsvarandi útbúgvingarstovnum uttanlands og nógv meiri enn normurin er.
At undirvísararnir á Námsvísindadeildini skuldu granska sum partur av sínum starvi, var annars tað, sum var lagt upp til, tá ið læraraútbúgvingin var løgd um til bachelorútbúgving í 2008. Hetta hava vit ikki sæð nógv til, sigur Jacob Eli S. Olsen.
- Setrið hevur hvørki sett pening ella orku av til gransking á Námsvísindadeildini, og tí er gransking í føroyskum skúlaviðurskiftum bara ein viðfáningur á læraraútbúgvingini. Sum heild er skiftið frá gomlu læraraútbúgvingini til bachelorútbúgving ikki hepnast væl. Fróðskaparsetrið hevur svikið læraraútbúgvingina; leiðslan á Setrinum hevur ikki givið læraraútbúgvingina teir karmar og fígging, sum útbúgvingin krevur. Vit hava heitt á Setrið at seta ein professara í undirvísingarlæru á Námsvísindadeildina, men til fánýtis; tað undrar okkum í Føroya Lærarafelag ógvuliga nógv, at pengar ikki eru til at seta ein professara í undirvísingarlæru at vera um læraraútbúgvingina, sum er ein útbúgving, sum vit skulu hava sum samfelag, men at pengar eru til at seta fólk í starv og skipa eina nýggja útbúgving í kt-verkfrøði. Hetta snýr seg um raðfesting og samfelagsinnlit. Eg haldi, at støðan á Námsvísindadeildini er hættislig; vit síggja, at deildin heldur setur fólk í tíðaravmarkaða tíð skeið fyri skeið heldur enn í fast starv. Hetta stendur í stórari andsøgn til, at deildin hevur bundið seg til at hava gransking. Landsstýrismaðurin setti eina kunngerð í gildi um læraraútbúgvingina, men henda kunngerðin sigur einki. Alt gott um at Setrið skal kunna skipa síni viðurskifti sum tey vilja, men tá ið talan er um læraraútbúgvingina, so mugu vit seta krøv. Tí átti ein lóg at verið gjørd, sum bara fatar um læraraútbúgvingina. Hava vit ikki tað, so má kunngerðin vera týðilig, og nógv fleiri, størri og neyvari treytir eiga at verða settar fyri læraraútbúgvingina, sum Námsvísindadeildin má liva upp til.