Tíðindi
16.12.2016
Eg hoyrdi søgu um tvær kvinnur, sum áttu hvør sítt svínatjógv, sum hekk í hjallinum. Hesi svínatjógv vóru ógvuliga lík. Hvønn morgun skóru tær sær skivur av svínatjónum, sum tær skuldu eta fyri dagin. Tann eina kvinnan skar altíð tey vánaligu stykkini fyrst. Hon vildi goyma tey góðu stykkini til seinni. Hin kvinnan skar sær altíð tað besta og leskiligasta stykkið av sínum svínatjógvi og át tað.
Tær vóru lidnar við svínatjógvini um somu tíð. Onnur kvinnan hevði bara etið vánaligt svínatjógv, meðan hin hevði etið gott svínatjógv.
Hesa søgu hoyrdi eg, tá ið eg var staddur á láglendinum onkustaðni í Týsklandi ella Niðurlondum á veg til París við Team-Rynkeby í summar. Maðurin, sum segði hesa søgu, visti, hvat tað var at vera á láglendinum á lívsins leið. Søgan kann verða nýtt sum myndatala fyri mangt og hvat, sum vit takast við í okkara gerandisdegi, og fyri okkara ásýn á tilveruna í síni heild. Velur ein at fylla gerandisdagin við tí góða ella tí ringa.
Eg tók hesa søgu til mín.
Sum partur av liðnum, sum súkklaði henda langa tein, so visti ein, hvat kravdist fyri at gjøgnumføra túrin. Tíðarætlan, kostur, gisting o.a. var skipað. Av okkum kravdist einans at súkkla. Men fyri at túrurin skuldi gerast ein spennandi, mennandi og jalig uppliving, so var neyðugt, at øll ótu av tí góða svínatjónum. Tað neit í afturpartinum, hendurnar svóvu til tíðir, ryggurin var eymur – valið var mítt, og eg valdi at eta gott tjógv og fylla dagin við tí góða. Tað gjørdu øll, og ferðin gjørdist góð, og øll komu saman á mál.
Um hugt verður at lívinum sum lærari, so er tað ikki heilt ólíkt hesum. Vit kenna tíðarætlanirnar, karmarnar, flokkarnar, undirvísingartilfar o.a. Vit vita, hvar vit byrja, og vit vita, hvar vit enda. Á jólum hava vit súkklað um hálvan tein. Vit eru onkustaðni á láglendinum í Niðurlondum. Vit eru eym, hava tørv á steðgi, eru troytt av næmingum, starvsfeløgum, tíðarætlanum, Pisa, garðvaktum o.ø.
Lívið sum lærari er ikki bara undirvísing – tað vita vit so sera væl. Vit hava fundir av alskyns slagi, og ábyrgdin kann ofta tykjast ov stór, tá ið ilsligt er, tí hetta er jú dýrabær last, ið vit sum lærarar føra. Lastin skal førast á mál. Hetta er ikki sum við “Gullkálvavalsinum”, har tann, sum ikki megnar at fylgja við, missir takið og gevur upp. Her skulu øll trína dansin – eisini í keðiligum veðri og tungari mótbrekku – lærarar og næmingar.
Læraralívið er ikki ein kapping um at koma fyrst frá august til juni. Team-Rynkeby er heldur ikki ein kapping um at koma fyrst úr Klaksvík til París. Latið okkum í felag traðka á pedalarnar saman við okkara starvsfeløgum á skúlanum, foreldrum, stovnum og næmingum, so vit í felag náa á mál; tað kann gerast við raðsúkkling.
Raðsúkkling ella rekkjusúkkling er ein natúrligur háttur at súkkla fyri at spara orku. Ein kann liggja í lívd og spara upp í 30% av orkuni, um ein liggur tætt upp at tí persóninum, sum súkklar frammanfyri.
Eins tungt og møtimikið tað er hjá súkklaranum, sum stríðist í sjálvdrátti í mótvindi og mótbrekku, so hart kann tað tykjast teimum lærarum, sum ikki finna seg til rættis í lærarastarvinum. Tí er umráðandi at fáa teir samstarvsfelagar, sum liggja uttan fyri raðsúkklingina og eta vánaligt svínatjógv, at koma inn í rekkjuna, fáa eitt skump í ryggin, spara orku og fáa gott svínatjógv, so mótbrekkan gerst lættari. Vit taka hond um hvønn annan – bæði á veg til París og frá august til juni.
Klumma í Skúlablaðnum, sum kom út 2. desember.