Tíðindi
14.11.2022
- Tað er gott, at Fólkaskúlaráðið kann brúka fakliga hjálp, tí skulu mál verða viðgjørd gjølla og neyvt, og tilmæli verða gjørd, so er neyðugt við stórum og djúpum innliti í søguna, viðurskiftini, tølini og so framvegis. Skal Fólkaskúlaráðið vera eitt ráð, sum veitir góða ráðgeving, so er tað eitt gott stig at styrkja tað. Annars er Fólkaskúlaráðið sett saman við persónum, sum eru í týðandi størvum innan ymsar geirar, og tað í sjálvum sær skapar eisini góðar fortreytir fyri væl grundaðum arbeiði.
Fólkaskúlaráðið, sum tók við í januar 2020, situr til eftir ársskiftið komandi ár. Í summar segði fyrrverandi landsstýrismaðurin í skúlamálum, at tey arbeiða við at styrkja Fólkaskúlaráðið soleiðis, at tey hava møguleika fyri at heita á serkøn fólk í viðgerðini av ymsu spurningunum, tey fáa. Tað hevði Fólkaskúlaráðið at byrja við, men tað hevur tað ikki havt síðstu árini. Nógv mál kunnu vera ógvuliga torgreidd og torfør at lýsa til fulnar; tað er umráðandi, at øll mál verða lýst so væl sum til ber, úr øllum sjónarhornum og við tí serkunnleika, vit hava.
Í Fólkaskúlaráðnum sita Vagn Foldbo, skúlastjóri og master í etikki og virðum í feløgum, sum er formaður, Gunnvør Højgaard, serlærari og master í lesi- og skrivididaktikki, Sonni Óli Djurhuus, skúlastjóri, Tom Joensen, fyrstilærari, Tóra Joensen, lærari, Jacob Eli S. Olsen, støddfrøðivegleiðari og formaður í Føroya Lærarafelag, Janus Vang, umboðandi Foreldrafelagið Heim & skúla, Maria á Boðanesi, sernámsfrøðingur og cand.pæd.psyk, Jenny Lydersen, undirvísingarleiðari og samskipari, og Magnus Tausen, fultrúi í Undirvísingarstýrinum og skrivari.