Tíðindi

Gott at næmingar við serligum tørvi eru í vanligum flokki – um umstøður eru til tað

Dorthe Olsen er lærari í Danmark. Í hennara fimta flokki eru tveir næmingar við ADHD og fleiri aðrar við serligum tørvi. Hon greiðir frá hesum í danska blaðnum Skolebørn.

17.05.2024

Eg havi verið lærari í fólkaskúlanum í 24 ár, og eg havi verið í sama skúla øll árini, so eg havi fylgt væl við gongini, sum hevur verið. Tá ið eg byrjaði at undirvísa, var tað at fáa staðfest ADHD nærum tað sama sum, at barnið skuldi visiterast til sertilboð. Í dag leggur kommunan seg eftir, at børn við avbjóðingum eru partur av skúlatilboði í kommununi. Eg haldi eisini, at tað gevur meining, at børn við serligum tørvi eru saman við øðrum børnum – tá ið umstøðurnar loyva tí, og tað er, tá ið tilfeingi og orka eru til staðar.

Tá ið eg komi inn í flokkin hjá mær við 28 næmingum, so havi eg ein, sum situr í koyristóli, tveir, sum eru fleirmæltir, ein, sum ikki hevur fullfíggjað mál, tveir við angist, ein, sum er orðblindur og tveir dreingir við ADHD. Haraftrat havi eg ein í bíðisorg – við einum foreldri, sum er doyggjandi – ein, hvørs foreldur eru við at fara hvør til sítt, og tveir, hvørs foreldur fóru frá hvørjum øðrum fyrst í árinum og sum stríðast orsakað av tí.

Ólukkuligur drongur

Síðsta ár gjørdist eg lærari í mínum núverandi flokki, har eisini Janus er. Hann hevði tá ikki fingið heilivág, og vit høvdu enn ikki bygt eina relatión upp. Hann hevði eitt nú ein stól við hjólum, sum hann rullaði aftur og fram eftir gongdini og gjørdi fortreð í øðrum flokki. Onkuntíð var hann so ólukkuligur, at hann rópti “EG HATI AT GANGA Í SKÚLA”, meðan hann bankaði høvdið niður í borðið. So hóast eg hevði ein heilan flokk, sum sat klárur at taka ímóti undirvísing, var mátti eg fara frá teimum fyri at fara út á gongdina og royna at sissa Janus. Summar dagar var eg ógvuliga illa fyri av hesum, tí hetta gekk út yvir bæði hann og hini børnini.

Orka til relatiónir

Í toyminum funnu vit út av, at vit høvdu eyka orku í dansktímanum, og tað gjørdi, at vit høvdu umstøður at skapa eina relatión til Janus. Tí um hann ikki hevur eina realtión til okkum vaksnu, kann alt vera til fánýtis. Í dag fær hann heilivág og er nógv róligari. Í byrjanini, tá ið hann fekk heilivág, vóru tíðarskeið, har heilivágurin skuldi tillagast, men sum tað er nú, riggar tað væl. Janus fær ymsan stuðul. Hann hevur eitt nú ein styttri skúladag, og síðsta ár var eisini ein námsfrøðingur, sum fór út við honum, tá ið hann hevði brúk fyri einum andarholi.

Forfatan og serreglur
Janus hevur eisini brúk fyri tí, vit nevna forfatan ella væntanarsamsvar. Hjá einum barni við ADHD er tað gott at kunna virka innan fyri ein karm. Tí er vikuætlanin eitt avgerandi amboð, og eg havi eina avtalu við foreldrini hjá Janusi um, at vikuætlanin verður lisin fyri honum heima, so at hann veit, hvat hann kemur inn til. Tá ið skúladagurin byrjar, hjálpi eg honum og hinum børnunum við at skapa eina forfatan, soleiðis at vit kunnu víkja frá skránni, sum annars er løgd. Í dag í fyrsta tíma kom eg til dømis inn og visti, at Ingrid hevði føðingardag, og tað skrivaði eg á talvuna. “Hátíðarhalda Ingrid klokkan 11.” Vit skuldu eisini gera nakrar málningar lidnar og heingja upp. Tá ið næmingarnir vóru lidnir við málningarnar, kundu teir velja ímillum How to draw og at tekna við fríhond. Janus kom til mín og spurdi: ”Kann eg sleppa at tekna við Posca-tussjum?” 

Tað gjørdi hann út frá eini forfatan av, at hann gjarna vildi okkurt annað enn hini, tí hann hevur eina avtalu við meg. Tá ið onnur eru í flokkinum, sum eisini hava tørv á serstøkum avtalum, er hetta einki, sum vekir ans í skúlastovuni.

Við á túr ella at verða heima

Í morgin fara vit ein túr, og starvsfelagi mín og eg avtala áðrenn, hvør fyrireikar Janus til túrin og sigur við hann, hvør kemur við og hevur eyguni við, at hann fær eina góða uppliving. Ein annar næmingur við ADHD, Noah, skal ikki við. Hann er tað, sum vit kalla ein millumformur, har hann er nakrar tímar í senn í einum rúmi við einum vaksnum. Her eru individuell arbeiðspláss, og hann kann taka seg aftur frá flokkinum og fáa frið. Hann hevur ikki eina útvenda atferð, men er meiri friðarligur og innhugsin, og hann hevur brúk fyri nøkrum øðrum enn Janus. Eingi børn við ADHD eru líka.

Mugu góðtaka

Eg eri glað fyri, at eg havi nógv ár á baki sum lærari, tí eg havi drúgvar royndir, sum eg kann gera gagn av. Floksfelagsskapurin er undir trýsti av, eg skal brúka tíð til eitt barn við ADHD ella onnur, sum hava brúk fyri at “læna” mína nervaskipan og læra best av at sita og hyggja inn í skíggjan hjá mær. Við 28 børnum í flokkinum havi eg hálvan annan minutt til hvønn einstakan, summar tíðir gongur tað út yvir hini børnini, og tey verða tveitt undir bussin, og tað er sjálvandi ógvuliga keðiligt.

Nógv av børnunum sita til reiðar at verða undirvíst. Tey eru noydd at bera yvir og góðtaka, at soleiðis er tað bara. Samstundis skal flokkurin hava álit á, at eg megni at stýra bæði teimum og undirvísingini, tí annars kunnu tey ikki hava álit á mær.

Opinleiki

Foreldur eru sum heild eisini noydd at vera opin og hava álit til hvørt annað – og onkuntíð eru tey noydd at hava eitt prát um, hvussu tey reagera, um onkur ringir og sigur, at barn teirra hevur havt ein keðiligan atburð ella hevur sagt okkurt keðiligt við eitt annað barn. Børn finna uppá at gera ymiskt, tá ið tey eru úti, sum tey ikki gera heima, og tú ert noydd at vera opin fyri at fáa at meiri at vita um títt barn, um tað skal vera eitt veruligt samstarv.


Fimla við tilfeingininum
Eg haldi, at eg møti nógvum, sum hava álit á, at eg útinni mítt arbeiði eftir besta evni, men eg upplivi eisini, at tað av og á verður sett spurnartekn við seravtalur og larm og raðfestingar. Foreldur kunnu spyrja um tað, tey vilja, men tey eiga eisini at gera sær far um, at tíðin, sum fer til at svara spurningum, fer frá øðrum, eitt nú fyrireikingum til tímarnar. Vanliga hvíla foreldur í, at tey fáa røttu nøgdina av upplýsingum. Eg eri bundin av toyminum, sum eg eri partur av, og tvíbýtta flokslæraraleiklutinum. Í toyminum gera vit av, hvør ger hvat, hvussu vit takkla keðiligar upplivingar hjá teimum, sum hava tað truplast. Vit fimla eitt sindur við tí, sum vit hava at ráða yvir og fáa tað vanliga at bera til.

Dorthe Olsen er lærari og álitisfólk í Skúlanum á Bülowsvej á Frederiksberg. Nøvnini á næmingunum eru broytt við fyriliti fyri næmingunum.

Kelda: skoleborn.dk


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni