Tíðindi

Gongdin er vend – fleiri velja fólkaskúlan

Gongdin í Danmark hevur í nógv ár verið tann, at nógv foreldur hava valt privat- og frískúlar fram um fólkaskúlan. Men síðan skúlaárið 2020/2021 er gongdin vend.

13.09.2024

Fleiri foreldur í Danmark velja nú fólkaskúlan, tá ið børn teirra skulu byrja í skúlanum. Síðan skúlaárið 2020/2021 er talið á næmingum, sum byrja í forskúla í einum av landsins fólkaskúlum, økt. Skúlaárið 2023/2024 gingu 82 procent av øllum forskúlanæmingunum í fólkaskúlanum. Hetta er 0,4 prosentstig vøkstur samanborið við skúlaárið 2019/2020, vísa nýggj tøl frá danska Barna- og undirvísingarmálaráðnum.

Tá ið talan er um næmingarnar í 9. flokki, eru tað færri næmingar enn árini frammanundan, sum eru fluttir úr einum fólkaskúla til ein frí- ella privatskúla árini, teir hava fingið í skúla. Harumframt er parturin av einum árgangi, sum er fluttur úr einum frí- ella privatskúla til ein fólkaskúla, verið vaksandi.

”Tað kemur kanska óvart á summi, men tað er ikki talan um flýggjan úr fólkaskúlanum. Heldur hinvegin eru nógv foreldur trygg við at senda børn síni í fólkaskúla, og tað eri eg sum undirvísingarmálaráðharri fegin um. Men tað vil ikki siga tað sum, at eg eri nøgdur. Fólkaskúlin eigur at verða enn betri enn hann er. Vit hava framvegis avbjóðingar at arbeiða við. Vit tóku nøkur fet í vár við nýggu skúlaskipanina – við styttri skúladegi fyri tey yngstu, fleiri vallærugreinum til tey elstu og størri sjálvsavgerðarrætti til hvønn einstakan skúla. Eg gleði meg at fylgja við og síggja ágóðarnar av hesum,” sigur Mattias Tesfaye, barna- og undirvísingarmálaráðharri í Danmark.

Kelda: uvm.dk

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni