Bloggur

Gloymið ikki tey yvirklóku

Ingun Malunardóttir Háberg, læraralesandi, bloggar

27.03.2013

Eg lurtaði eftir eini svenskari dokumentarsending um yvirklók børn í gjár og fór, eftir at sendingin var liðug, enn einaferð at hugsa um vit hava nakað tilboð til føroysk børn, sum eru yvirklók. Hesir dreingirnir, sum vóru í sendingini, høvdu lopið fýra floksstig um og byrjaðu at lesa, longu tá teir vóru 3 ára gamlir. Teir vóru eineggjaðir tvíburar, sum longu tá teir byrjaðu í barnagarði, einki høvdu til felags við hini børnini, tí teir vistu og dugdu so nógv. Hesi børn finnast allarhelst, eisini í Føroyum.


Eg havi leitað eftir eitt sindur av tilfari um evnið, meðan eg havi gingið í skúla, tí eg haldi tað vera so áhugavert (og synd), at børn, sum keða seg í skúlanum, (ofta) ikki fáa tær avbjóðingar, teimum tørvar, fyri at mennast so væl, tey áttu og hava førleika til. 
Tað er ofta so, at er mann yvir musikalskur, yvir dugnaligur í ítrótti og so framvegis, er tað góðtikið á ein annan hátt, enn um mann fakliga, í skúlanum, er yvir dugnaligur. Áhugin fyri tí, haldi eg, er ikki eins høgur. Onkrar sendingar, sum hava verið í sjónvarpinum, hava eisini víst, hvussu hesi børn verða hildin uttanfyri, og hvussu eingin í samfelagnum skilur tey. Alt hetta skal sjálvandi sigast við fyrivarni, tí nakrir skúlar eru allarhelst í Føroyum, sum taka atlit til yvirklóku næmingarnar, men eg loyvi mær at siga, at tað man verri enn so vera allir. Eg kann bert ímynda mær, hvussu ørkymlandi tað man vera, ikki at fáa tær avbjóðingar, tú hevur tørv á fyri at mennast. Hesir næmingarnir eru ei heldur neyðturviliga yvirklókir í øllum fakum. Tað kann sjálvsagt vera ein næmingur, sum er eitt matematiskt geni, men ikki eru dugnaligast á málsliga økinum. Hóast tað, má hesin næmingur loftast, so tað ikki verður ov ørkymlandi, tí eins og teir næmingar, sum ikki eru so væl fyri, verður tann yvirklóki eisini ørkymlaður, og fyrr ella seinni væntandi ikki eins hugagóður og áður. Eg trúgvi, at tað í Føroyum finnast fleiri yvirklók børn, sum ikki verða sædd og enda við at verða “tey ómøguligu í flokkinum”, ella “tey, sum einki tíma”, tí tey í so langa tíð hava verið í eini bíðistøðu, til at lærarin skal síggja tey, til at hinir næmingarnir eisini skulu gerast lidnir við uppgávurnar og so framvegis.


Hetta er avgjørt ikki nakað álop á teir dugnaligu lærararnar, vit hava her á landi. Teir fáa ikki gjørt so nógv, tykist tað sum. Eg havi roynt at leita í fólkaskúlalógini, fyri at vita um eg finni nakra paragraff ella okkurt stykki, sum sigur nakað um hesi, sum eru frammanfyri fakliga, men eg eri enn ikki komin á nakað átak, nakra reglu, ella nakað, sum sigur, at hesi eisini eru børn við serligum tørvi. Og tað er tað, sum harmar meg. Tað er ein paragraff, ein ótýðilig ein, sum sigur “Somuleiðis kann ein næmingur undir heilt serligum umstøðum leypa eitt floksstig um”.


Eg haldi bara, at tað er ov lætt sloppið. Vit mugu ikki missa menningarmøguleikarnar hjá hesum dýrabaru. Í prátinum um næmingar við serligum tørvi, minnist so eisini til teir, sum eru dugnaligari enn miðal.


Eg haldi, at eg veit, hvat eg fari at seta í brennidepilin mína næstu starvslæru.


Dokumentar: http://urplay.se/Produkter/173925-Barnaministeriet-Dokumentar-Vi-ar-overbegavade:)
play_category=samh%C3%A4lle


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni