Tíðindi
01.12.2015
Hon heldur, at hesin tímin manglar og vísir millum annað til nýggjastu kanningina innan happing. Skilagóð eygleiðing. At økja tímajáttina til skúlan kostar pening, og eg vóni tí, at hon fær stuðul frá sínum politiska baklandi til hetta.
Harumframt ætlar hon at arbeiða fyri, at næmingarráðini koma at virka í øllum skúlum.
Vit hava ein skúlabygnað, sum líkist tí danska, antin vit eru sambands- ella loysingarfólk, so er hetta eitt faktum. Tí ber til at samanbera við teirrra skúla á fleiri økjum.
Í Danmark stendur beinleiðis í teirra fólkaskúlalóg, at skúlar við flokstrini frá 5. flokki skulu hava næmingaráð. Mann hevur frá Kenslumálaráðnum ynski um, at næmingarnir m.a. ígjøgnum næmingaráð skulu hava møgulleikan at ávirkan egna skúlagongd.
Í okkara fólkaskúlalóg stendur í §2 stk 3 m.a: “at skúlin skal búgva næmingarnar til innlivan, samavgerð, samábyrgd, rættindi og skyldur í einum fólkaræðisligum samfelag. Undirvísing og gerandislív skúlans eiga at vera grundað á andsfrælsi, tollyndi, javnvirði og fólkaræði.”
Her er næmingaráð ein upplagdur pallur hjá næmingunum at menna førleikar til fólkaræði.
Eg, og fleiri við mær, halda, at beinleiðis samband kann setast millum flokslæraraarbeiðið, næmingarráð og floksins tíma.
Tað er eingin ivi í, at hesin tímin hevði komið væl við. Sum er brúkar flokslærarin av øðrum tímum til uppgávuna. Tíverri røkkur tíðin ikki til, at uppgávan kann gerast til lýtar. Ofta er tað ikki fyrr enn skaðin er hendur, t.d. vánaligur trivnaður hjá einstøkum næmingi, at happing er til staðar og líknandi, at flokslærarin fer frá eini fakligari ráðlagdari undirvísingargongd í einum faki, fyri at loysa ein nýliga íkomnan sosialan trupulleika.
Floksins tími er upplagdur til at skapa og viðlíkahalda góðan flokstrivnað, at menna førleikar hjá næmingunum til at kjakast við virðing fyri ymiskleikum, læra at síggja, virða og elska fjølbroytni í samfelagnum, sum næmingurin er partur av o.s.fr. Her gevur tað meining, at næmingarnir spæla fyri at læra. Til dømis kunnu hóskilig brett- og kortspøl, har næmingarnir eru í parti við hvørum øðrum, vera góð fyri at skapa trivanað og virðing, samstundis sum tey menna samskiftisførleikarnar. Nakað, sum eigur at havast í huga í hesi talgildu tíð, har samskiftið gongur gjøgnum teldur, fartelefonir og líknandi.
Tá floksins tími verður lagdur á tímatalvuna, er umráðandi, at ein undirvísingarætlan verður løgd at hvørjum flokstrini. Á henda hátt fæst vissa fyri, at dygdin í “fakligheitini” verður varðveitt. Lions Quest hevur gjørt sera gott frálærutilfar, sum lærarar hava verið á skeiði í. Eisini finst undirvísingartilfarið “trin for trin”, sum er uppagt at brúka í einum parti í hesum tímanum, umframt at annað hóskiligt tilfar verður brúkt.
Eitt demokratiskt samfelag er einans eitt ættarlið frá anarki, lat okkum ikki gloyma tað.
Eg ynski landsstýriskvinnuni í mentamálum, Rigmor Dam, góða eyðnu við hesi mennandi ætlanini innan fólkaskúlan og eitt stórt herðaklapp fyri tveir góðar skeiðsdagar fyri lærarar.