Tíðindi
28.02.2025
Hvussu ávirkar tað børn og ung, at tey sita í tímavís á telefonini, við teldlinum ella telduni í skúlanum og frítíðini? Og hvat hendir við trivnaðin og avrikunum hjá næmingunum, tá ið fartelefonin verður bannlýst í skúlastovuni?
Fleiri kanningar vísa samband millum telefonbann í tímanum og eina røð av positivum árinum.
Færri sálarfrøðiviðtalur og betri skoðsmál við telefonbanni?
Jesper Aagaard er dosentur í sálarfrøði við Aarhus Universitet í Danmark, har hann granskar í skíggjum, og hvussu teir ávirka evnini hjá næmingum at hugsavna seg. Hann vísir á, at telefonnýtsla í skúlanum í skúlanum er ikki kannað í nóg stóran mun, og at granskingin, sum vísir á positiv árin av telefonnýtslu, ikki er lýtaleys; hon hevur fingið atfinningar fyri ymiskt, sum vantar, eitt nú at hon ikki lýsir evnið nóg væl.
Við hesum fyrivarninum í huga – eru tvey viðurskifti, sum verða tikin fram sum grundgevingar fyri telefonbanni:
Betri avrik: Ein kanning, sum varð gjørd fyri trimum árum síðan í 91 skúlum í Onglandi við og uttan fartelefonbann, vísti, at næmingarnir fingu betri skoðsmál eftir, at telefonbann var lýst í skúlanum. Kanningin er almannakunngjørd í tíðarritinum Labour Economics í 2016. Úrslitini vóru greiðast millum veikastu næmingarnar. Les kanningina her Studien
Betri sálarheilsa: Betri sálarheilsa, serliga hjá gentum, er úrslitið í eini norskari kanning, sum var almannakunngjørd í februar 2024. Les kanningina her studie. Kanningin hevur støði í dátum frá 36 prosent av øllum barnaskúlunum í Noregi. Sambandið hjá gentunum við heilsuverkið orsakað av vánaligari sálarheilsu minkaði við 60 prosentum eftir telefonbannið, sambært kanningini. Fýra ár eftir bannið minkaði upplivingin hjá gentunum av at verða happaðar við 43 prosentum, og tær fingu betri skoðsmál. Hetta eru greið úrslit, og tí eru ongar grundgevingar ímóti telefonbanni, segði Sara Abrahamsen, sum er ein teirra, ið hevur gjørt kanningina á Norges Handelshøyskole.
Heldur ikki serliga góðar grundgevingar fyri banni
Jesper Aagaard frá Aarhus Universitet er samdur við útsøgnum hennara, men hann leggur aftrat:
– Tað eru heldur ikki serliga góðar grundgevinginar fyri at seta bann ímóti fartelefonum í skúlanum. Í øllum førum ikki grundgevingar, sum byggja á nóg gott dátugrundalag. Jú, fartelefonirnar kunnu órógva næmingarnar, sigur hann, men úrslitini úr Noregi eru ikki kannað av óheftum granskarum, og tey “greiðu” úrslitini, sum kanningar hava víst á, hava verið fyri atfinningunm av eitt nú amerikanska professaranum í sálarfrøði, Christopher Ferguson.
Ferguson heldur, at útsøgnin “telefonbann” er misvísandi. Ein meiriluti av skúlunum í Noregi hava ikki bannað fartelefonum; heldur hava teir eina reglu um, at telefonin skal vera ljóðleys í tímanum. Harumframt eru fleiri av positivu árinunum ikki hagfrøðisliga signifikant og kunnu vera av tilvild, undirstrikar hann.
Kanningar, sum sáa iva um árinini av telefonbanni
Um somu tíð sáa fleiri stórar kanningar iva um, hvussu gagnligt tað er at seta bann fyri fartelefonum í skúlanum. Aftur her ger tað seg galdandi, at royndirnar eru ikki eftirkannaðar, sostatt eru tað bara heilsudátur og skoðsmál fyri og eftir bann. Men granskararnir, sum hava gjørt kanningarnar, hava víst á fyrivarnini, og aðrir granskarar hava eftirkannað teirra greiningar av kanningunum, vísir Aagaard á.
Onga ávirkan á skoðsmálini: Í 2020 almannakunngjørdi Economics of Education Review eina svenska kanning, sum hevur endurtikið bretsku skúlakanningina, tó í størri vavi. Karakterir frá 1.423 svenskum skúlum eru tiknir við. Granskararnir skriva í greinini, at teir sóu ongar batar, tá ið talan er um karakterirnar hjá næmingunum, eftir at fartelefonbannið var sett í gildi. Teir kundu tí ikki vátta úrslitini úr Onglandi.
Lítil ávirkan á sálarheilsuna: Størsta kanningin, sum higartil er gjørd av gjøgnumgongd av dátum viðvíkjandi fartelefonbanni, var gjørd í august 2024 og almannakunngjørd í Journal of Psychologists and Counselors in Schools. Her hava granskarar eftirkannað 22 kanningar av fartelefonbanni í skúlunum um allan heim frá 2013 til 2022, íroknað svensku, norsku og bretsku kanningina. Munir eru í bæði telefonbannunum og hættunum at eftirkanna bannini, vísa granskararnir á. Harumframt eru fleiri kanningar almannakunngjørdar uttan, at óheftir granskarar hava granskað tølini. Greiningin vísir, at “lítil ella eingi avgerandi prógv” er fyri, at bann gevur betri sálarheilsu og minni happing.
Næmingarnir brúka eisini onnur sløg av skíggjum
Úrslitini eru logisk, sigur Jesper Aagaard. Hann vísir á somu frágreiðing, sum svensku granskararnir skriva um í vísindaligu greinini: At lond sum Svøríki, Noreg og Danmark hava talgilt undirvísingina í so nógvan mun, at tað ikki ger stórvegis mun, um tú bara tekur ein skíggja frá næmingunum, um somu tíð sum tú brúkar aðrar.
– Tað er vorðið vanligt at banna fartelefonum í skúlanum, men hvat við teldlunum og teldunum, sum næmingarnir framvegis hava atgongd til? Teir kunnu teir eisini brúka til at spæla spøl ella at reika á sosialu miðlunum við, sigur Aagaard og leggur aftrat:
– Skulu vit síggja munadygg árin, árin, sum veruliga gera mun, so haldi eg, at vit eiga at banna øllum skíggjum í skúlanum – og við talgildingini, sum vit hava sett í verk í skúlanum, síggi eg ikki tað sum nakað, sum ber til.
Lesandi nógv ávirkað av telefonbanni
Aagaard leggur dent á, at hann persónliga hvørki er í fyri ella ímóti fartelefonbanni í skúlanum. Hann heldur tó, at tørvur er á at hyggja at talgildu vanunum hjá næminginum, og hvat vanarnir hava at siga fyri mentalu vælveruna og evnini at læra.
– Tað, sum er gott við at seta forboð ímóti fartelefonum, er at bróta nakrar vánaligar vanar, sigur hann.
Hann vísir á áhugaverd viðurskifti í eini av kanningunum í stóra gjøgnumgongdini í 2024, nevniliga, at nakrir næmingar gjørdust illa fyri av, at telefonin var tikin frá teimum. Í kanningini kemur fram, at lærarar sóu næmingar vera púra fyri ongum, tá ið teir komu aftur í skúla eftir heimsfarsóttina og ikki longur sluppu at brúka telefonina.
Slík negativ árin kunnu geva orsøk til at meta um telefonbannið av nýggjum, sigur Aagaard. Men hann heldur kortini ikki, at tað er tað sama sum at siga frí atgongd til at brúka telefonina í skúlanum.
– Tá ið eg síggi, at angistin hjá næmingum verður verri við at seta bann fyri fartelefonum, so eri eg kortini so mikið tøkniatfinningarsamur, at eg haldi tað er skilagott at venja næmingarnar av við telefonina í skúlanum.
Hann leggur aftrat:
– Men um tað eigur at vera forboð, eri eg enn ikki sannførdur um.
Góðir talgildir vanar við undirvísing
Tað er eingin ivi um, at skíggjar órógva hugsavningina hjá næmingunum í skúlanum, sigur Aagaard og vísir til sína egnu gransking.
– Men tað snýr seg ikki bara um at bróta vánaligar vanar. Tað snýr seg líka so nógv um at styrkja góðar vanar, sigur hann.
Við at hava upplegg um talgilta albúgving í miðnámsskúlum í Danmark roynir hann at fáa næmingarnar at hugsa um sínar telefonvanar, hvussu telefonin órógvar tey, og hvat tey kunnu gera fyri at megna at hugsavna seg betur. Til dømis roynir hann við einum lítlum eksperimenti at fáa øll at leggja telefonina frá sær, og so verður bíðað. Tann, sum fyrst tekur telefonina upp, hevur tapt. Hví tókst tú telefonina? Hvat gjørdi hetta eksperimentið við teg? Aftaná tosa næmingarnir um, hvussu teir upplivdu hetta eksperimentið. Endamálið er at læra tey, hvussu tey eisini kunnu brúka telefonina, tá ið tey ikki eru í skúla.
Kelda: forskning.no