Tíðindi
30.09.2020
Í hálvaaðru øld hevur føroyska læraraútbúgvingin verið ein hornasteinur í fólkaskúlanum. Hvønn týdning hetta hevur havt fyri okkara samfelag er ilt at gera upp í orðum. Føroyska útbúgvingin útbýr flestu lærararnar, og við tí leggur hon støði undir fólkaskúlanum, og tí kunnu vit ikki fara lætt um, hvør okkara læraraútbúgving er.
Tað liggur Lærarafelagnum frammarlaga í huga, at læraraútbúgvingin hevur hóskandi umstøður at virka undir, og tí er ein sjálvsagdur partur av viðtøkum felagsins, “at læraraútbúgvingin javnan verður dagførd, so vit ikki gerast eftirbátar á útbúgvingarøkinum”. Hesum vilja vit virka fyri.
Dugnaligir lærarar eru ein treyt fyri einum góðum fólkaskúla, og tá leiðin hjá flestu lærarunum í Føroyum byrjar á læraraútbúgvingini á Frælsinum, so er tað so avgerandi, at okkara læraraútbúgving hevur hóskandi umstøður og væl skikkað starvsfólk, soleiðis at vit kunnu fáa ta góðu útbúgvingina, sum vit vilja hava og hava tørv á.
Tað var eitt stórt stig inn í framtíðina fyri læraraútbúgvingina og fólkaskúlan, tá læraraskúlin stóð vígdur í 1969. Tað vóru karmar, ið tæntu læraraútbúgvingini, og dreymarnir á Frælsinum rukku langt, út um bøgarðarnar og inn í framtíðina. Nú, hálva øld seinni, liva hølini hjá læraraútbúgvingini ikki upp krøvini, tíðin setur, og tað er ein kleppur um beinið á útbúgvingini. Tað hevði klætt politiska myndugleikanum at givið læraraútbúgvingini útlit fyri tíðarhóskandi hølum nú á 150 ára degnum.
Læraraútbúgvingin er ein hornasteinur í samfelagnum, og tí eigur innihaldið í føroysku læraraútbúgvingini ikki at verða latið upp í hendurnar á tilvildini. Í 2012 slepti løgtingið sjálvboðið sínum rætti at áseta høvuðsreglurnar í læraraútbúgvingini. Sum gongdin hevur verið hjá læraraútbúgvingini, síðan hon var løgd undir Setrið, so ivist eg í, um hetta er rætti leisturin fyri útbúgvingina. Tað verður áhaldandi leitað eftir røttu skipanini, og tað hevur tikið frá útbúgvingini. At tað hevur verið so trupult at finna hóskandi skipan, setur spurnartekn við, um verandi leistur er tann rætti. Løgtingið eigur at umhugsa aftur at fáa sær heimildina at áseta høvuðsreglurnar í læraraútbúgvingini.
Læraraútbúgvingin skal standa trygt á síni grund og skipast til samtíðina og framtíðina. Til høvið, tá læraraskúlin var vígdur, yrkti Heðin Brú til kantatuna til læraraskúlan: “Gev honum bert trygt at standa á, og sláið so gluggarnar frá!”. Hetta var ein neyv eygleiðing, ið er eins viðkomandi í dag, fimmti ár seinni. Uppgávan er at sláa gluggarnar frá hjá teimum lesandi, men tað krevur fasta grund at standa á, og tað er stóra avbjóðingin hjá læraraútbúgvingini á 150 ára degnum, grundarlagið er ov óvist. Tí má ein grundleggjandi eftirmeting av læraraútbúgvingini setast á skrá, so at vit fáa sligið gluggarnar hóskandi frá.
Hvør enn skipanin fyri læraraútbúgvingina er, so er fremsta málið hjá útbúgvingini nú sum áður at útbúgva lærarar til framtíðar føroyska fólkaskúlan. Broytingar og tillagingar í útbúgvingini eru neyðugar til tess at koma úr stað, til natúrligan framburð. Men í hesum skifti mugu vit ikki sleppa tí gamla varðanum úr eygsjón, fyrr enn vit hóma tann næsta.
Oddagrein eftir Jacob Eli S. Olsen, formann Føroya Lærarafelags, í Skúlablað nr 5, 2020, sum júst er komið