Tíðindi
19.01.2016
Tað er umráðandi fyri menningina hjá barninum, at barnið møtir mótstøðu og avbjóðingum. Tað segði Jens Andersen, sum á kveikingardegnum, ið SSP-ráðgevingin skipaði fyri í november, hevði áhugaverda framløgu við heitinum Foreldur og ávirkan teirra á trivnaðin, felagslívið og skúlagongdina hjá børnunum.
- Avbjóðingarnar eru týdningarmiklar, tí tað er soleiðis, at barnið lærir at klára seg. Kanninginar vísa, at tað er ógvuliga ymiskt, hvat javngomul børn kunnu, hvat tey megna, og hvat tey seta seg før fyri. Sum heilt lítil menna tey førleikarnar at klára seg í ymiskum støðum, men hetta kann vera ógvuliga ymiskt. Sjálvsagt hevur tað eisini tað týdning, hvat liggur í ílegunum hjá børnunum, men tað hevur størri týdning, hvussu tey vaksnu hava verið saman við barninum. Er gentan von at ganga í fjøllunum frá barnsbeini av, sama hvussu veðrið er, so klárar tað seg sum einki at ganga í brattlendi ella upp á ein fjallatind, eisini sum vaksin. Øvut, so kann tað vera ógvuliga møtimikið at ganga í fjøllunum, um tú ongar royndir hevur í at ganga í fjøllunum. Børnini klára tað heilt ótrúliga, um tey sleppa at møta avbjóðingum, og um tey vaksnu tíma, vilja geva teimum avbjóðingar og halda, at tað er stuttligt. Hetta smittar á børnini. Øvut smittar tað eisini á børnini, um foreldrini ikki vilja ella tíma geva børnum avbjóðingar. At halda at tað er synd í børnunum at geva teimum avbjóðingar, er misskilt umsorgan.
Tað hevur stóran týdning, hvussu foreldur hugsa um síni børn. Vænta tey lítið av børnunum, so verða børnini ávirkað av lágum væntanum.
- Hvussu tú hugsar um sonin ella dóttrina, hevur ávirkan á, hvussu sonurin ella dóttirin møtir lívinum og teimum avbjóðingum, lívið hevur. Eitt barn, sum bara verður møtt við lítlum ella ongum væntanum, møtir ikki lívinum við væntanum. Børn hava nógv størri møguleikar at mennast, um tey eru saman við vaksnum, sum geva teimum avbjóðingar, sjálvandi svarandi til aldurin.
Hetta leiðir inn á hetta at vera dugnaligur, tí skalt tú verða dugnaligur í einum ella øðrum, mást tú tola eitt sindur av.
- Eingin doyr ella verður minni av einum niðurlagi ella einum tapi av og á. Eingin doyr av ikki at vera tann besti altíð. Tað eru tey vaksnu rundan um børnini, sum skulu brynja børnini soleiðis, at tey tola niðurløg. Tú lærir eisini av tínum vónbrotum. Fyri at gerast dugnaligur í onkrum, mugu børn læra at venja og vera áhaldandi. At gerast dugnaligur krevur venjing í minsta lagi 10 ár; summi halda, at tað er nóg mikið at hava sjálvsvirði, men tað er tað ikki.
Jens Andersen vísir til Peter Bastian, sum í bókini Mesterlære frá 2011 sigur, at tað er ikki mótsøgn millum at vera góður við børnini síni og seta teimum krøv.
- Hann sigur, at í barndóminum hoyrdi hann ofta pápan siga: “Upp at standa drongur, uppfør teg sum eitt mannfólk,” meðan mamma turkaði nøsina og uggaði. Hetta ljóðar sum ein klisje, og eg sigi ikki, at kvinnur bara skulu ugga og menn bara útvikla, men tað er alneyðugt, at bæði virði eru til staðar í uppvøkstrinum hjá børnum.
Mynd: Rannvá Egholm