Tíðindi

Ger vart við teg, tá ið tú sært happing

Letur tú vera, ert tú kanska næst í røðini, sum verður happað

29.04.2022

Stúrin tú fyri, at tað kemur tær aftur um brekku, um tú ger vart við teg, tá ið tú sært, at ein starvsfelagi verður happað ella happaður? Tað eigur tú at gevast við. Gert tú vart við teg, tá ið tú sært, at onkur verður happað ella happaður, so gjørt tú bæði tær sjálvum og tí, sum er fyri happing, eina tænastu.

Ógrundaður ótti

Happing á arbeiðsplássinum er ringt at fáa bilbugt við. Ein av orsøkunum er, at hvørki tann, sum er fyri happing, ella starvsfelagar, tora at siga frá. Tann, sum er fyri happing, er bangin fyri, at støðan versnar, meðan starvsfelagarnir eru bangnir fyri sjálvir at vera fyri happing. Men er tað í grundini soleiðis, at tann, sum ger vart við seg, er næsta málið hjá happaranum? Nei, sigur Morten Birkeland Nielsen, professari við Universitetið í Bergen, og Michael Rosander, adjunktur við Universitetið í Linköping.

Tvørturímóti: Vandin fyri at vera fyri happing, um tú ikki ger vart við teg, er størri. Vandin økist meiri enn tríggjar ferðir, sambært kanningum.

Rosander vísir til eldri kanningar, sum hava hugt at, hvørjar tankar fólk gera sær, tá ið talan er um at gera vart við seg, tá ið tey síggja happing fara fram. Tað er greitt, at tað er ein stúran fyri sjálv av verða rakt av happing.

– Okkara gransking vísir, at hesin óttin er ógrundaður, sigur Rosander.

Spurnakanning

Í Svøríki hevur eitt umboðandi tal av fólki, sum arbeiða á arbeiðsplássi við í minsta lagi 10 fólkum, svarað einum spurnablaðið, sum Statistiska centralbyrån hevur staðið fyri. Í fyrstu kanningini, sum var liðug í 2017, skuldu tey svara, um tey høvdu sæð happing fara fram síðsta hálva árið, og um tey høvdu roynt at gjørt vart við tað ella roynt at steðgað tí. Við uppfylgjandi kanningini, sum var gjørd í 2019, svaraðu tey, um tey sjálv høvdu verið fyri happing. Tað vísti seg, at tey, sum einki gjørdu, vóru í ógvuliga nógv størri vanda fyri sjálv at verða happað. Í grundini í tríggjar ferðir størri vanda.

– Tað er fyrstu ferð, at vit síggja, hvussu stórar avleiðingar tað hevur, um einki verður gjørt, sigur Rosander.

Meiri gransking

Granskararnir siga, at tað, sum er komið fram í granskingini, vísir, hvussu umráðandi tað er at gera vart við teg og steðga happing, tá ið tú sært happing, bæði fyri tann, sum verður happaður og ein sjálvan, og at hetta kann virka við til tryggari arbeiðspláss.

– Vit hava tikið fyrstu fetini, men vit vóna, at meiri gransking fer at geva okkum enn betri innlit. Vit vilja eitt nú vita, hvussu tað ávirkar støðuna, tá ið vit gera vart við okkum á ymsan hátt, og eisini hvussu støðan hjá tí, sum verður happaður ella roynir at steðga happing verður ávirkað, eitt nú um tað er stjórin hjá tær, sum happar, sigur Rosander.

Nógv fólk fyri happing

Happing á arbeiðsplássinum er ikki loyvd. Sum arbeiðstakari hevur tú eisini skyldu at boða frá, um tú sært, at happing ella slíkt fer fram á arbeiðsplássinum. Gransking vísir kortini, at  

4–5 prosent av norsku arbeiðstakarunum eru fyri álvarsamari happing á arbeiðsplássinum.

Kelda: forskning.no

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni