Tíðindi

Ger tað stuttligt at læra nýggj orð

Orðfeingið hjá børnum í dag er fátækari enn orðfeingið hjá børnum fyrr; tað hoyra vit aftur og aftur, umframt at enskt er við at køva føroyskt. Tí er stórur partur av undirvísingini í føroyskum læra av orðum. Jónfríð Foldbo, lærari á Skúlatrøð í føroyskum, leggur seg eftir at gera tað stuttligt at víðka orðfeingið hjá næmingum

27.01.2022

Hvussu kanst tú læra næmingar tínar orð, orðingar og hugtøk upp á ein stuttligan máta? Jónfríð Foldbo heldur, at góður máti at arbeiða við orðfeinginum er at fara túr ella útferð við næmingunum í nærumhvørvinum. Hon hevur saman við øðrum lærara verið túr við sínum flokki, har endamálið hevur verið at seta orð á tað, tey møta á leiðini. Tey hava eitt nú verið í viðarlundini úti í Grøv, í gamla kirkjugarði í Vágstúni, í egningarskúrunum á Stongunum og dagsferð á Syðradali á Kallsoynni.

- Tað er so nógv at vinna at fara út um skúlans gátt, tí tá læra næmingarnir orð á ein øðrvísi og stuttligari hátt enn í skúlastovuni. Tá ið vit gera túrar og útferðir, har endamálið er at læra orð, so arbeiða vit við tí, vit síggja og hoyra, tá ið vit koma aftur í skúlastovuna. Vit taka myndir av øllum og skriva um tað, vit hava sæð og hvussu alt eitur, sjálvandi saman við læraranum. Á henda hátt kunnu tey læra at kenna nærumhvørvið, samstundis sum tey seta orð á tað, tey síggja, og tað, sum hendir og so framvegis. Tá ið vit vóru í egningarskúrunum, fingu børnini at vita, hvussu alt eitur; hjá nógvum er hetta púra ókent, t.d agn, lína, stampur og so framvegis. Tá ið allahalgannadagur var, vóru vit í gamla kirkjugarði og sóu minnisvarðan; børnini fingu at vita, hvussu staðið eitur, hví vit hava allahalgannadag og so framvegis. Tá ið vit vóru á Syðradali, lærdu tey at lesa eina ferðaætlan og fingu at vita, hví neyðugt er at hava ferðaætlan. Har er eisini minnisvarði og sagnir, sum eru knýttar at staðnum og annað. Á henda hátt læra tey nógv nýggj orð og hugtøk samstundis sum tey hava verið ein stuttligan túr.

Les alla samrøðuna við Jónfríð Foldbo í Skúlablað nr 5, 2021.

 

 

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni