Tíðindi
05.07.2021
Skal talgild tøkni gagnnýtast av álvara, so krevst, at didaktikkurin og undirvísingin verður lagað soleiðis, at møguleikarnir í roynd og veru kunnu og verða troyttir.
Tað sigur Ingi Heinesen Højsted, adjunktur á Námsvísindadeildini, í samrøðu við matematikdidaktik.dk.
Fyri kortum vardi hann sína ph.d., sum júst snýr seg um dynamiska geometriundirvísing.
Talgild tøkni verður alsamt meira brúkt í undirvísingini í støddfrøði í fólkaskúlanum, og stórar eru vónirnar um, at tøknin fer at fremja førleikarnar hjá næmingunum. Tó vísa fleiri kanningar, at hetta ikki kemur av sær sjálvum.
Kelda: setur.fo
Lesið samrøðuna við Inga Heinesen Højsted:
GeoGebra kan fremme elevernes ræsonnementskompetence (matematikdidaktik.dk)