Tíðindi
05.11.2024
Í ein lítlan mánað ella so hevur Undirvísingarstýrið sóknast eftir nýggjum stjóra til skúlan á Giljanesi. Annbritt Toftegaard, sum hevur verið skúlastjóri í fleiri ár, hevur valt at fara í annað starv.
Kravið til nýggja stjóran er, at viðkomandi skal hava áhuga fyri námsfrøðiligari og fakligari menning og hegni at átaka sær leiðslustarv. Skúlastjórin skal standa á odda fyri dagførdari, fakligari og námsfrøðiligari menning, fremja mennandi starvsfólkaleiðslu og virka fyri, at starvsfólk hava umstøður fyri fakligari menning, virka fyri trivnaði og góðum samstarvi við atliti at næmingum og starvsfólki, skapa virðing fyri skúlanum og umstøður hjá tí einstaka fyri ávirkan og samábyrgd, fremja gott samstarv millum skúla og heim, tryggja dygd í undirvísingini og eggja næmingum og foreldrum at fáa sum mest burtur úr skúlagongdini bæði fakliga og sosialt. Harumframt skal stjórin sjálvsagt umsita fíggjar- og rakstrarstýring, samstarva við skúlamyndugleikan á staðnum og leiðslur í øðrum stovnum í kommununi og oynni annars. Skúlastjórin skal eisini umboða skúlan í verkætlanini “saman um barnið”.
Starvið sum skúlastjóri í skúlanum á Giljanesi verður sett frá 1. desember 2024 ella sum skjótast eftir tað.
Í skúlanum á Giljanesi eru skúlaárið 2024/25 í alt 315 næmingar innskrivaðir í 1.-10. flokk. Skúlin fevnir eisini um sertilboðið Pallin við 24 næmingum, sum er skipaður saman við Sørvágs skúla og um Virkisbreytina, sum er felags verkætlan saman við Vága kommunu fyri børn við skúlaaftran.
Starvsfólkaliðið í skúlanum á Giljanesi er um 36 ársverk.
Starvið er sáttmálasett og er flokkað í lønarflokki 36.1 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag