Tíðindi

Fýra vilja vera stjóri í Hoyvíkar skúla

Tá ið freistin var úti síðsta fríggjadag, vóru fýra umsóknir komnar inn til stjórastarvið í Hoyvíkar skúla

18.02.2016


Hoyvíkar skúli skal hava nýggjan stjóra. Birgit Arge, sum hevur verið stjóri har síðan 2003, fer frá 1. apríl fyri aldur; hon avspákar í mars og frároknar páskafrítíð, so seinasti arbeiðsdagur er sjálvan 29. februar. Birgit Arge byrjaði at arbeiða í Hoyvíkar skúla langt áðrenn hon gjørdist stjóri, nevniliga í 1982 sum læraravikarur.

Í Hoyvíkar Skúla eru 347  næmingar í  1. - 9. flokki, og 31 lærarar í føstum starvi.  Starvið verður sett frá 1. mars 2016.

Lesið samrøðu við Birgit Arge í Skúlablaðnum, sum kemur í komandi viku.

Mynd: Rannvá Egholm


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni