Tíðindi

Fýra vilja vera einalærari í Húsar/Syðradals skúla

Tá ið freistin at søkja starvið sum einalærari í Húsar/Syðradals skúla var úti klokkan 16 í gjár, vóru fýra umsóknir komnar.

14.06.2024

Í Húsar/Syðradals skúla verða tveir næmingar skúlaárið 2024/25. Næmingarnir fara at ganga í 2. og 4. flokki. Einalærarin er bæði leiðari og lærari skúlans.

Í lýsingini eftir einalæraranum stendur, at lærarin undirvísir í flestu lærugreinum í Húsar/Syðradals skúla og eigur at átaka sær ein undirvísingarleiklut á Skúlatrøð í samráð við leiðsluna har, tann partin av undirvísingartíðini, tá ið næmingarnir í Húsar/Syðradals skúla ganga í skúla á Skúlatrøð. Húsar/Syðradals skúli hevur tætt skipað samstarv við skúlan á Skúlatrøð.

Starvið verður sett frá 1. august 2024.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni