Tíðindi
05.04.2016
Tí har undirvísa royndir lærarar í føroyskum. Bæði neyvt og gjølla. Annar lærarin er Rannveig Hovgaard úr Sandvík, og hin er John Berg, sum tó fór frá í fjør, men bæði eru sera virkin í málsliga bólkinum, Føroyskari Rættstaving á Facebook. Serliga John Berg. Ein virkandi lærari og ein fráfarin lærari í Hvalbiar skúla. Lærarar, ið av sonnum hava sett síni spor og gera tað enn.
Hví nettupp Rannveig Hovgaard og John Berg?
Summi vilja vera við, at Hvalbiar skúli er passaligur til støddar. Her eru umleið 90 næmingar og 11 lærarar.
Hvørki Rannveig ella John halda, at hvalbiarbørn duga betur føroyskt enn onnur børn í landinum.
- Men jeg haldi, at hjá nógvum av teimum er ein áhugi fyri føroyskum – tað merki jeg, sigur Rannveig.
Hon veit ikki, um tað er hennara og Johnsa "skyld", men vónandi er tað viðvirkandi. Tey hava eisini fleiri aðrar góðar lærarar í føroyskum enn hana. Tað er ikki so.
- Okur hava arbeitt væl saman, Rannveig og jeg. Okur hava gjørt hesar bøkurnar, "Hervør og Høgni". Okur hava arbeitt saman í nógv ár, so tað, haldi jeg, hevur øgiliga nógv at siga, sigur John Berg, nú fráfarin lærari í Hvalba.
Rannveig fortelur annars, at tey hava sínar Facebook- ella First Class-síður, hagar tey leggja orð út til stuttleika, sum næmingarnir kunnu tosa um og spyrja um. Hon heldur, at tað ger mun, at tú kanst leggja orð og vendingar út. Ofta tekur hon tað á Facebook, sum Malan Háberg, lærari í Skúlanum á Fløtum, skrivar. Rannveig kopierar tað – hon hevur sagt tað við Maluna – og leggur tað út á síðuna hjá 7., 8. og 9. flokki. Og eisini tað, sum tann føroyskfróða Nicolina Dahl í Klaksvík skrivar. Eisini sovorðið sum frágreiðingar um dagar í mánaðinum.
- Eg síggi, at foreldrini lesa tað eisini, og so kann mann skapa eitt sindur av áhuga upp á tann mátan, sigur Rannveig.
Hon heldur eisini, at tað ger mun, um tú fært børnini áhugað í at vera stolt av at duga væl føroyskt.
John Berg hevur alla sína tíð líka úr 1. flokki sum lærari í føroyskum lagt alstóran dent á, at vit eru bara eini 50.000 fólk í allari verðini, sum tosa føroyskt, og tað er umráðandi, heldur hann, at fáa tær kenslurnar fram – at vera stoltur av at tosa føroyskt. Tað halda bæði John og Rannveig hevur eydnast í stóran mun.
Hann leggur haraftrat dent á at fáa næmingarnar at gera uppgávur, tá ið teir verða eitt sindur eldri.
- Mann skal ikki kappast og alt hetta her, men børnum dámar at gera uppgávur til hvønn annan, og kanska so torførar, at tey klára tær ikki. Her kemur kappingarelementið inn, og tað haldi jeg er gott í nógvum førum.
Tað skal sjálvandi ikki fara yvir gevind, men at fáa eitt slag av ítrótti uppí kann bara vera gott.
- Tú skalt ikki stilla upp til svimjing, um tú ætlar at blíva nummar tvey, ha?
Myndin:
Hvørki John Berg ella Rannveig Hovgaard, at hvalbiarbørn duga betur føroyskt enn onnur børn í landinum. - Men jeg haldi, at hjá nógvum av teimum er ein áhugi fyri føroyskum – tað merki eg, sigur Rannveig
Tekstur og mynd: Sonne Smith