Tíðindi

Føroyskt undirvísingartilfar í donskum í umbúna

Nám fer nú undir at gera tilfar til undirvísingina í donskum í fólkaskúlanum, og tað er nýtt.

28.05.2021

Nám søkir í hesum døgum eftir ráðgeva í fremmandamáli til fólkaskúlan, í fyrsta lagi donskum. Ráðgevin verður við til at gera undirvísingartilfar í donskum. Undirvísingartilfarið til lærugreinina danskt, sum verður brúkt í fólkaskúlanum, er alt evnað á donskum til danskar næmingar; tískil er hetta nýtt øki, ið Nám nú fer undir.

Í lýsingini stendur, at Nám hevur bygt upp eina ráðgevaskipan við atliti at fjølbroytta virksemi og endamálsorðing fólkaskúlans. Ráðgevin verður partur av einum tvørgreinaligum samstarvi. Søkt verður eftir trimum námsráðgevum í ávikavist: 

* føroyskum og lesimenning
* náttúruvísindaligum lærugreinum – í fyrsta lagi støddfrøði
* fremmandamálum – í fyrsta lagi donskum

Ráðgevin skal fylgja við í tí, sum hendir innan lærugreinaøkið, og skal sum part av hesum kunna seg um námsætlanir, námsfrøðiliga gransking og fakligu avbjóðingarnar og menningina, sum eru á fólkaskúlaøkinum í londunum kring okkum, serliga í Norðurlondum.

Ráðgevin skal virka fyri at menna námsætlanina og gera tilmæli til Mentamálaráðið um dagføringar. Hann skal samskifta við skúlar og kunna svara námsfrøðiligum og fakligum spurningum við atliti at námsætlanini, tilfari og undirvísingarligum spurningum. Ráðgevin skal eisini ráðgeva um próvtøkur fólkaskúlans og landsroyndir, herímillum ráðgeva uppgávunevndum. 

Freistin at søkja er 17. juni. 

Sí lýsingina her: https://nam.fo/adrar-sidur/tidindi/nytt/news/namsradgevar-til-folkaskulan/

 

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni