Tíðindi

Føroyskt sum annaðmál ov lítið raðfest

At billa sær inn, at tríggir tímar um vikuna í føroyskum sum annaðmál er nóg mikið til tríggjar næmingar, sum als einki duga av føroyskum, er burturvið. Tað skal nógv meiri til. Tað sigur Dania Niclasen, skúlastjóri í Sørvágs skúla.

24.04.2025

Skulu vit gera okkum vón um, at næmingar, sum flyta til Føroya, klára seg á føroyskum og megna at fara úr fólkaskúlanum við nøktandi førleikum ikki bara í føroyskum, men øllum lærugreinum, so skulu nógvir tímar til av undirvísing í føroyskum sum annaðmál. Tímarnir, sum skúlar, ið ikki hava móttøkuflokk, fáa til undirvísing í føroyskum sum annaðmál, eru alt ov fáir sum er. Tað heldur Dania Niclasen, skúlastjóri.

- Vit hava sera dugnaligan lærara at undirvísa næmingum í føroyskum sum annaðmál, vit hava karmarnar, og vit hava næmingarnar, men vit mangla tímarnar. At billa sær inn, at tríggir tímar um vikuna í føroyskum sum annaðmál er nóg mikið til tríggjar næmingar, sum als einki duga av føroyskum, og sum í aldri og førleikum eru spjaddir, er burturvið. Tað skal nógv meiri til.

Hetta skúlaárið fáa tríggir næmingarnir undirvísing í føroyskum sum annaðmál í Sørvágs skúla. Undirvísingin fer fram í bólki, tveir tímar ein dag og ein tími ein dag.

- Tað er sera ringt at røkka næmingunum, tá ið teir eru so ymiskt fyri og eisini ymiskir í aldri bara við trimum tímum. Avbjóðingarnar, sum næmingar, ið koma uttanífrá, kunnu eisini sera serstakar; til dømis kann tað koma fyri, at onkur teirra ikki hevur gingið nógv í skúla í heimlandinum og tí er afturúr fakliga. Næmingarnir kunnu eisini hava vanligar sosialar ella fakligar avbjóðingar, sum aðrir næmingar hava. Hava vit haraftrat næmingar í hádeildini, so skulu teir eisini læra danskt; tað hava vit ongan kjans at læra teir við so fáum tímum. Megna vit at geva næmingum í hádeild, sum skulu upp í fráfaringarroynd fólkaskúlans, nóg góða undirvísing við so fáum tímum? Tað haldi eg ikki. Lærarin, sum hevur næmingarnar hjá okkum, brennir fyri sínum arbeiði og ger eitt megnar arbeiði, men við trimum tímum kemur hann ikki langt.

Av tí at tað hetta skúlaárið bara eru tríggir næmingar, sum tørvar undirvísing í føroyskum sum annað, lýkur Sørvágs skúli ikki treytirnar at seta móttøkuflokk á stovn. Minsta markið at seta móttøkuflokk á stovn er sjey næmingar. Komandi skúlaár verða næmingarnir í Sørvágs skúla, sum tørvar undirvísing í føroyskum sum annaðmál, umleið seks-sjey í tali.

- Verða tað seks næmingar, ella verða tað sjey, sum ger, at vit lúka treytirnar fyri at seta á stovn móttøkuflokk, vita vit ikki í løtuni. Tað er í øllum førum ein alt ov stirvin skipan, at tað er ein spurningur um næmingatal, sum er avgerandi fyri, um vit kunnu geva teimum nøktandi undirvísing. Gloppið frá bólkaundirvísing, sum vit hava nú, upp til móttøkuflokk er alt ov stórt. Skipanin eigur at vera smidligari, soleiðis at skúlar, sum ikki hava móttøkuflokki, kunnu fáa betri umstøður. Vit hava undirvísingarskyldu saman hvar í heiminum, børnini koma frá, men vit kunnu ikki siga, at vit hava røkt hesa skylduna til fulnar, tá ið talan er um børn, sum tørvar føroyskt sum annaðmál. Ábyrgdin hjá okkum, samfelagnum, steðgar ikki, tá ið barnið er liðugt við fólkaskúlan. Í prinsippinum kunnu vit siga við øll, sum koma henda vegin, at vit hava ikki nóg nógvar tímar at geva teimum, soleiðis at tey fáa nøktandi førleikar at klára seg. Kunnu vit loyva okkum tað? Tað haldi eg ikki.

Skúlastjórin vísir á, at uppgávan, sum skúlin hevur í dag samanborið við fyri ikki so nógvum árum síðan, er nógvar ferðir størri.

- Tað eru so øgiliga nógvir næmingar í dag við nógvum, ymiskum avbjóðingum. Alt tað, sum tað vanliga barnið krevur, er nógvar ferðir meiri og størri enn fyrr. Tað skulu nógvar fyriskipanir og nógvir tímar til, og tað fáa vit heldur ikki. Okkurt má gerast, soleiðis at skipanin í fólkaskúlanum verður smidligari.

Lesið fleiri greinir um undirvísingina í føroyskum sum annaðmál í Skúlablað nr 2, 2025, sum júst er komið.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni