Tíðindi

Føroyskt sum annaðmál eigur at fáa hægri raðfesting

Útbúgvingin av lærarum eigur at halda fram á Fróðskaparsetri Føroya. Men neyðugt er at eftirmeta útbúgvingina og skipa gransking á økinum, sigur Sólvit Nolsøe, tingmaður fyri Framsókn og formaður í mentanarnevndini hjá løgtinginum.

03.07.2024

Útbúgvingin av lærarum í føroyskum sum annaðmál eigur at halda fram á Fróðskaparsetri Føroya og verða boðin út av nýggjum. 

Tað heldur Sólvit Nolsøe, tingmaður fyri Framsókn og formaður í mentanarnevndini hjá løgtinginum.

Lóg um føroyskt sum annaðmál varð samtykt í løgtinginum 13. mai, og í sambandi við lógaruppskotið skrivaði mentanarnevndin millum annað soleiðis í álitinum hin 2. mai:

“Tjúgu fólk hava fyri stuttum fingið útbúgving sum lærarar í føroyskum sum annaðmál, men síðan tá er útbúgvingin ikki boðin út aftur, og Fróðskaparsetrið hevur ikki játtan til ein nýggjan flokk. Hetta skuldi langt síðan verið skipað í fastar karmar, so vit ikki eru í vanda fyri at mangla skikkað fólk at undirvísa.

Tað skilst, at ætlanin er, at útbúgvingin skal bjóðast út aftur, men enn er ógreitt, í hvønn mun og hvør tíðarætlanin er.”

Fróðskaparsetrið er farið undir eftirmetingina, men enn er ov tíðliga at siga, hvat spyrst burturúr.

- Eg vóni ikki, at tað merkir, at málið verður parkerað. Tað kann tað onkuntíð merkja, tá ið mál verða eftirmett, men í hesum føri havi eg eina greiða fatan av, at tað er vilji til staðar at halda fram við útbúgvingini, og tað haldi eg avgjørt, at hon skal, sigur Sólvit Nolsøe.

Spurningurin er bara hvussu og í hvønn mun, sigur hann og heldur, at tað er skilagott at eftirmeta útbúgvingina og tørvin, so eitt haldgott grundarlag er at taka støðu út frá, hvussu víðari skal farast fram.

Í samgonguskjalinum hjá sitandi samgongu stendur millum annað um føroyskt sum annaðmál, at “at regluligur útbúgvingarleistur verður skipaður fyri lærararnar”. 

Sólvit Nolsøe tekur fult undir við hesum, men hevur síni fyrivarni.

- Útbúgvingin eigur at vera eitt standandi tilboð til allar lærarar. Men spurningurin er, um hon skal bjóðast út á hvørjum ári ella við longri millumbili. Tað veldst um tørvin, og hvussu nógvir lærarar tekna seg og fara undir útbúgvingina, sigur hann.  

Hann vísir á, at tað sambært námsætlanini fyri útbúgvingina, sum varð gjørd í 2020, lá í kortunum, at ein eftirmeting skuldi gerast tvey ár eftir byrjan, tað vil siga í 2022. Men tann eftirmetingin er ongantíð gjørd.

- Tað merkir, at tað hevur leingi verið undirvíst eftir einum leisti, sum skuldi verið eftirmettur fyri langari tíð síðani. Tað kann vera, at alt er í fínasta lagi og útbúgvingin nøktandi, men vit vita tað ikki, og tað er trupulleikin. Tí hevur tað týdning at fáa eftirmetingina gjørda sum skjótast, so vit kunnu fáa staðfest, um dygdin er í lagi, ella um broytingar skulu fremjast, sigur Sólvit Nolsøe.

Les alla samrøðuna, sum Jákup Bogi Joensen hevur skrivað, í Skúlablað nr 3, 2024. Mynd: Kringvarpið/Bjarni Rubeksen.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni