Tíðindi
24.11.2022
Í øllum aldursbólkum millum tey spurdu er ein meiriluti, ið ynskir, at arbeiðsvikan verður stytt. Serliga kvinnurnar ynskja eina stytta arbeiðsviku. Hyggja vit at aldursbólkinum 45-59 ár hjá monnum er tó meira javnt; her er bert ein lítil meiriluti, ið ynskir styttri arbeiðsviku.
Kring landið sæst eisini, at í øllum økjum er meiriluti fyri at stytta arbeiðsvikuna. Í Tórshavnar kommunu er meirilutin størstur og í Norðoyggjum minstur. Orsøkin til hetta kann hugsast at vera, at í Tórshavn virkar ein stórur lutur av arbeiðsfjølini innan almenna geiran.
Av teimum, sum ynskja arbeiðsvikuna stytta, vilja 44%, at hon verður 37 tímar, 38% vilja hava hana at vera 35 tímar, meðan tey seinastu 18% ynskja arbeiðsvikuna at vera 32 tímar.
Greiningin ”37 tíma arbeiðsvika – fyrimunir og vansar”, sum fakfeløgini í Fakfelagssamstarvinum gjørdu í oktober 2021, hevur elvt til kjak um longdina á arbeiðsvikuni í Føroyum. Ein partur av hesum kjakinum hevur snúð seg um, hvørt møgulig stytting av arbeiðsvikuni skal fremjast við lóg, ella um partarnir á arbeiðsmarknaðinum skulu taka sær av at loysa málið.
Lesið meiri um kanningina á https://samstarv.org/news/37-tima-arbeidsvika/