Tíðindi
27.10.2016
Ein annar limur í foreldrabólkinum, Fía Arge, helt fyri, at í hesum drúgva stríði stendur Dávid móti Goliat, men hon staðfesti tó veruleikan, at samanumtikið vann Dávid.
Foreldrabólkurin skipaði fyri fundinum mikukvøldið upp undir kommunuvalið, 8. november, í teirri vón, at foreldrini, næmingarnir og foreldrabólkurin hjá Nonnuskúlanum fáa flutt og sannført tað nýggja býráðið um eftir 1. januar 2017, at tað brennandi ynskið um at fáa framhaldsdeild verður veruleiki.
Um ikki annað so á royndarstigi.
Yvirskipað tekur Mentamálaráðið ta endaligu avgerðina um at góðkenna avgerðina hjá býráðnum um at skipa framhaldsdeild í Sankta Frans ella ikki.
Málið um framhaldsdeild í Sankta Frans Skúla er parkerað hjá sitandi býráð, tí meiriluti hevur ikki verið fyri at ganga ynskinum um framhaldsdeild á møti.
Higartil hevur Tórshavnar kommuna sýtt fyri at lata Sankta Frans skúla fáa framhaldsdeild. Fráfarandi býráð hevur avrátt, at næmingarnir í Nonnuskúlanum skulu ganga í framhaldsdeild í Skúlanum á Fløtum. Eftir borgarafund í Nonnuskúlanum í mai í ár lovaði býráðið tó at taka málið upp til nýggja viðgerð. Men einki ítøkiligt spurdist burturúr, og næmingarnir í 7. flokki í Sankta Frans bíða framvegis.
Á pallborðsfundinum í Sankta Frans Skúla 17. mai í ár vóru býráðspolitikarar á einum máli um, at var meiriluti fyri tí í Tórshavnar býráð so at siga alt fyri eitt, varð skúlabygnaðurin í Tórshavnar kommunu broyttur, og Sankta Frans Skúli í Havn kundi fáa sína eftirtrákkaðu framhaldsdeild eftir summarfrítíðina í ár.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, ið sat millum fundarfólkið, segði tá, at málið fór at verða tikið upp beinanvegin. Altso, at góðkendi Mentamálaráðið, at skúlabygnaðurin fyri Tórshavnar kommunu, sum varð einmælt samtyktur í 2012, skuldi broytast, so hendi tað óvæntaða, at Sankta Frans Skúli hevði framhaldsdeild í skúlaárinum 2016/17.
Helena Dam á Neystabø, forkvinna í Mentamálanevndini hjá Tórshavnar býráð, segði á fundinum, at sum er ganga børnini í Skúlanum á Fløtum harraleys.
Skúlastýrið arbeiddi víðari við málinum, men svarið var nei. Onga framhaldsdeild í Nonnuskúlanum.
Føroya treiskasti foreldrabólkur skipaði so fyri valfundi mikukvøldið, 26. oktober. Stórt hundrað fólk vóru á fundi. Við pallborðið sótu Tróndur Sigurðsson, sitandi býráðslimur hjá Javnaðarflokkinum, Kaj Leo Holm Johannesen, fyrrverandi løgmaður og nú uppstillað býráðsvalevni hjá Sambandsflokkinum, Bogi Andreasen, sitandi býráðslimur hjá Fólkaflokkinum, Jógvan Arge, sitandi býráðslimur hjá Tjóðveldi, og Sissal Kristiansen, uppstillað valevni hjá Framsókn.
Aftur hesaferð vóru lyftini og viljin greið, men nú segði Tóra Petersen í foreldrabólkinum seg av ringum royndum hava mist álitið á politikarunum. Og tó – Tóra er limur í Føroya treiskasta foreldrabólki. – Vit gevast ikki, segði hon avgjørd. Foreldrabólkurin segði m.a. í innbjóðingini til valfundin:
"Vit vilja undir ongum umstøðum góðtaka ta handfaring, sum meira enn 50 ára gamla ynskið hevur fingið og skilja als ikki, hví miðbýarskúlin skal vera tann einasti uttan framhaldsdeild. Tí bjóða vit á valdund! Sitandi og komandi býráðspolitikarar fáa møguleika at fortelja okkum, um teir eru sinnaðir at skapa karmar um eina trygga, mennandi og livandi framhaldsdeild í miðbýnum og at arbeiða fyri eini kommunu, ið skapar góðar karmar fyri borgaran, ella um teir arbeiða fyri eini kommunu, her borgarin skal tillaga seg.”
Myndin:
Foreldrabólkurin hjá Sankta Frans: Frá vinstru: Einar Johannessen, Jón Olafsson Sólsker, Finnur Sólbjørnssonur Olsen, Tóra Petersen og Fía Arge
Tekstur og mynd: Sonne Smith