Tíðindi
24.06.2020
Í semjuni er ásett, at verandi sáttmáli og høvuðsavtala verða endurnýggjað frá 1. oktober 2019 til tann 1. oktober í 2022. Tann 1. oktober í 2019 hækka mánaðarlønirnar 2,56 %, tann 1. januar 2021 hækka mánaðarlønirnar 2,05 % og tann 1. oktober 2021 hækka mánaðarlønirnar 1,25 %.
Broytingar verða eisini gjørdar í flokkingaravtaluni. Grein 4 verður soljóðandi:
0-39: 31-3
40-69: 33.1
70-99: 34-1
100-: 35-1
Galdandi frá 1. august 2020
Nýggj grein 20 verður sett inn í flokkingaravtaluna, galdandi frá 1. august 2020: “Leiðari í førleikastovuni fær eina mánaðarliga samsýning. Samsýningin er grundað á støddina á førleikastovuni og um førleikastovan røkir uppgávur í fleiri sjálvstøðugum skúlum.
1. Stig: omanfyri 2000 klokkutímar til førleikastovu. Mánaðarlig viðbót 6 % av mánaðarlønini í 29.2
2. Stig: 1500 klokkutímar til førleikastovu/uppgávu í øðrum skúlum. Mánaðarlig viðbót 4,5 % av mánaðarlønini í 29.2
3. Stig: 1000-15000 klokkutímar til førleikastovu. Mánaðarlig viðbót 2,5 % av mánaðarlønini í 29.2
4. Stig undir 1000 klokkutímar til førleikastovu. Mánaðarlig viðbót 1,25 % av mánaðarligu lønini í 29.2.
Upphæddin verður útgoldin í 1/12”
Nýggj grein 22 sett í flokkingaravtaluna
“Lærarar fáa ferðaendurgjald fyri tænastuørindi t.d. próvtøku, skeið og fundir sambært almennu reglunum.”
3. Dagføringar
Sáttmálin, avtalur og lønartalvur eru dagførd í mun til hesa semjuna.
Tórshavn 24. juni 2020
Undirskrivað Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum