Tíðindi
04.03.2022
Nú ein dagin hevði Bjarni Arge, ið hevur lisið samskifti og politikk, grein í miðlunum undir heitinum: “Tann eliteri fólkaskúlin”. Her hugleiðir hann um Skúlan á Fløtum í Havn, sum hevur ítróttarásir, har næmingarnir skulu lúka ávísar treytir fyri at sleppa inn. Eitt tilboð til ein part av næmingunum, meðan nógv ikki kunnu koma upp í part. Hetta er ikki gott. Skúlin skal ikki soleiðis gera mun á næmingum, heldur Bjarni.
Við nýggju fólkaskúlalógini frá 1979 bleiv gamla realskúlaskipanin avtikin. Skipanin við at býta næmingar upp í tveir bólkar eftir fakligum førleika eftir 7. flokk. Í staðin fyri at lata tey sterkaru ganga fyri seg í realskúla og teir veikaru fyri seg, fóru nú allir næmingarnir saman í 8., 9. og ofta eisini í 10. flokk. Teir kundu tó velja ímillum víðkað og grundskeið. Hetta hevði tó sera lítla ávirkan, tí stórt sæð øll valdu víðkað skeið. Rákið var, at nú skuldu allir næmingarnir vera saman. Tað varð onkursvegna hildið, at fakligir og aðrir ymiskleikar hjá næmingunum vóru ein natúrlig, spennandi avbjóðing, ja, nærmast ein dygd ella fyritreyt fyri at fáa góð úrslit. Hetta skuldu so lærarar loysa við góðari næmingalagaðari undirvísing og harvið røkka øllum næmingunum. Hetta hevur so meira og minni verið fatanin til denna dag. Sum tað eitt nú stendur í fólkaskúlalógini frá 1997. Skúlans uppgáva er m.a. at: “stuðla tí einstaka næmingunum í fjølbroyttu, persónligu menningini” og “teir búnast í treysti til sín sjálvs og til teir møguleikar, sum eru í felagsskapinum. “Fjølbroytni” og “tann einstaki” komu nú í fokus. Ikki flokkurin fyrst og fremst.
Uttan iva rætt pedagogiskt á mangan hátt, ikki minst sosialt og hvat menniskjafatan og dannilsi viðvíkir.
Men hvat kann vansin vera við at hava øll saman? Her koma við skjótt inn á tað fakliga; klára vit at halda støðið og náa vit øllum næmingunum? Tað er helst ivasamt. Flokkar eru jú so ymiskir. Sum flestallir lærarar ofta hava sannað, so lekur javnan ímillum teori og praksis. Tað hevur altíð verið lætt at staðfesta, at vit eiga at næmingalaga undirvísingina, men avbjóðingin hevur ofta verið, hvussu hetta skal gerast. Tað verður vanliga gjørt við m.a. at brúka ymiskar undirvísingarhættir, undirvísa tvørfakligt og skifta í førleikastøði. Men vit vita væl øll, at hetta ofta ikki er nøktandi í øllum flokkum. Vanliga undirvísa vit út frá fakliga miðalstøðinum í flokkunum, men hetta er javnan ikki nøktandi fyri tey veikastu, sum ofta ikki fáa alt við. Hinvegin er tað ov lítið avbjóðandi fyri teir sterkastu næmingarnar. Teir fáa ov lítið butrurúr og keða seg ofta. Lærarin er ofta givin upp til skutils, fær ikki gjørt tað stórt øðrvísi. Hvat er so til ráða at taka?
Eftir mínari meting er í øllum førum ein partur av loysnini at fara lutvíst aftur til eina ella aðra skipaða førleikabýtta undirvísing í 8. og 9. flokki. Ikki aftur til realskúlaskipanina, sum var alt ov stirvin og fastløst, men eina meira smidliga og liðiliga skipan, sum má snikkast til teir ymisku skúlarnar og umstøðurnar á staðnum annars. Ein skipan, har næmingarnir partvíst hava førleikabýtta undirvísing og partvíst ikki.
Teir stóru skúlarnir kunnu eitt nú hava trý førleikastøði. Tað, sum Skúlin á Fløtum hevur gjørt nú í fleiri ár, har býtt verður upp í grund-, mið, og hástig í føroyskum, støddfrøði og enskum. Í øllum hinum fakunum eru næmingarnir í sínum vanliga flokki, sum ikki er førleikabýttur. Møguliga er nokk við bara at býta í støddfrøði og føroyskum.
Stóri fyrimunurin við førleikabýti er, at flokkarnir vera nógv meira fakliga homogenir. Harvið er tað nógv lættari at náa og fáa allar næmingarnar við. Tú kanst arbeiða skjótari og á hægri og meira viðkomandi støði við teimum sterkastu. Hinvegin er eisini nógv lættari at flyta veikaru næmingarnar framá, um tú undirvísir á teirra støði og við passaligari ferð. Sostatt nógv lættari at fáa allar næmingarnar við. Øll fáa meira burturúr.
Hugburðurin er eisini heilt øðrvísi í dag sammett við fyrr, hvat førleikabýti viðvíkir. Allarflestu næmingarnir síggja tað sum ein jaligan møguleika, har teir kunnu velja seg inn á sítt støði. Á Skúlanum á Fløtum er eisini vanligt fyrstu tíðina, at næmingar kunnu skifta í annað førleikahold, um teir ynskja tað. Annar avgerandi fyrimunur er eisini, at skúlin fær nógv betur hjálpt teimum veikaru næmingunum. Førleikastovan fær betur gagnnýtt sína avmarkaðu orku. Tað merkir eitt nú, at øll grundhold (tey veikaru) hava tvílæraraskipan og eru ikki so stór.
Men sum kunnugt er einki svart og hvítt. Fyrimunir og vansar eru við øllum, og tað er tað eisini við førleikabýttari undirvísing. Men verður tað gjørt rætt, eru, eftir mínari fatan, avgjørt fleiri fyrimunir enn vansar.