Tíðindi

Førenska málið tekur dik á seg – hvat gera vit?

Enska málið er í dag ein hóttan ímóti móðurmáli okkara. Vit hoyra alsamt fleiri og fleiri næmingar samskifta á enskum. Føroyskt sokkar. Føroyskt er ikki kul. Føroyskt er alt ov trupult. Føroyskt gevur ikki meining. Eisini er tað vorðið alsamt vanligari at hoyra vaksin brúka ensk orð og hugtøk í vanligum gerandismáli. Eyðbjartur S. Skaalum, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

14.04.2023

Í øllum skúlum í øllum londum hevur móðurmálið ovasta sessin millum tær ymsu lærugreinirnar.

Móðurmálið er tað, sum eyðkennir eina tjóð fram um eina aðra, og á móðurmálinum er tað, tey einstøku siga frá sínum kenslum hvørt fyri øðrum.

Tað ræður tí um, at móðurmálið verður væl umfarið bæði í talu og skrift, so tað ikki skal avskeplast og fara av lagi; tí at tungan er løt, og sleppur hon at ráða, so verður ikki væl vorðið við málinum.

Tí er tað, at tað ræður um at læra børnini líka frá vøggustuðlinum av at vera málrøkin. Men ikki eru øll heim so eftiransin í hesum, og so verður tað á skúlanum, sum ábyrgdin kemur at liggja.

Brotið omanfyri eigur Marius Johannesen, og hetta varð prentað í Skúlablaðnum í 1947.

Tá eg datt fram á hesa greinina fyri tíð síðan, vakti hon okkurt í mær. Marius lýsir støðuna, sum hon var tá, men tað kennist, sum lýsingin hjá honum kundi verið ein støðumynd av avbjóðingunum við móðurmálinum í dag, 76 ár seinni.

Móðurmálið er besti arvurin, vit kunnu geva komandi ættarliðum okkara. Móðurmálið er serstakt, og vit skulu við stoltleika bera málið víðari. Stundum kennist hetta tungt.

Enska málið er í dag ein hóttan ímóti móðurmáli okkara. Vit hoyra alsamt fleiri og fleiri næmingar samskifta á enskum. Føroyskt sokkar. Føroyskt er ikki kul. Føroyskt er alt ov trupult. Føroyskt gevur ikki meining. Eisini er tað vorðið alsamt vanligari at hoyra vaksin brúka ensk orð og hugtøk í vanligum gerandismáli.

Ein av stóru avbjóðingunum er, at unga ættarliðið ikki sær hetta sum ein trupulleika. Tey síggja hetta sum eina sjálvfylgju – rættin hjá teimum at brúka føroyska málið, sum tey vilja.

Førenskt, rópar onkur tað. Tað er ikki ókent, at eitt mál altíð er í menning, og tað broytist. Men tað skal ikki broytast til førenskt. Vit skulu menna og betra málið, so tað verður eitt sunt, sterkt føroyskt mál, sum vit kunnu brúka í samskifti við hvønn annan bæði í talu og á skrift. Eitt mál, sum hevur eina góða, trygga framtíð.

Skíggjanýtslan hjá børnum og ungum er ein av størstu avbjóðingunum. Har gongur so at siga alt fyri seg á enskum. Vit fáa tíverri ikki kappast við enska málið á skíggjanum.

Vit eru ríkað við føroyskum tilfari. Allar lærugreinir, har føroyskt er undirvísingarmálið, hava bøkur á føroyskum til øll floksstigini. Vit hava ein ørgrynnu av føroyskum bókum, ið eru skrivaðar, týddar og so framvegis. Hetta er tilfar, ið vit skulu gera okkum dælt av. Ongantíð hava vit havt so nógv tilfar á føroyskum sum nú. Við at fáa næmingarnar spentar at lesa føroyskt tilfar styrkja vit málsliga og skrivliga mál teirra.

Bókadeild Føroya Lærarafelags gav í 2022 út knappar 90 bøkur. Hesar bøkur eru til børn og ung. Júst tann aldursbólkin, ið vit mugu fanga nú, so vit fáa bjargað málinum. Tað er gleðiligt, at so nógv tilfar kemur út á føroyskum. Vit kunnu eisini fegnast um, at føroyingar vinna virðislønir, sum hava við føroyskan skaldskap at gera.

Vónandi sær politiski myndugleikin eisini týdningin av hesum arbeiði, ið verður gjørt. Tað er av stórum týdningi, at politiski myndugleikin er við til at skapa karmar, so rithøvundar, týðarar og forløg fáa givið hetta tilfarið út. Tað er við til at framtíðartryggja føroyska málið.

At verja og styrkja móðurmálið er ikki uppgávan hjá læraranum. Tað er ikki uppgávan hjá námsfrøðinginum. Tað er ikki uppgávan hjá foreldrunum. Tað er ein uppgáva, sum vit øll mugu lyfta í felag. Lærarar, námsfrøðingar, foreldur og myndugleikar.

Vit mugu fáa móðurmálið aftur á ovasta sessin millum lærugreinirnar í skúlaverkinum, vit mugu verja málið fyri løtu tunguni, og øll mugu, heilt frá vøggustovu og gjøgnum uppvøksturin hjá barninum, vera málrøkin.

”Vit hoyra alsamt fleiri og fleiri næmingar samskifta á enskum. Føroyskt sokkar. Føroyskt er ikki kul. Føroyskt er alt ov trupult. Føroyskt gevur ikki meining.”

Sjónarmið eftir Eyðbjart S. Skaalum, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, í Skúlablað nr 2, 2023, sum júst er komið.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni