Tíðindi

Føgur orð um Nonnuskúlan svipsaðu

Roynir Tórshavnar býráð ikki í hesi vikuna at mæla til at broyta skúlasamtyktina frá 2012, verður eingin framhaldsdeild í Nonnuskúlanum í Havn skúlaárið 2016/17. So tey føgru orðini á meldursfundinum 17. mai verða verandi føgur orð

31.05.2016

Á pallborðsfundinum í Sankta Frans skúla týskvøldið, 17. Mai, vóru býráðspolitikarar á einum máli um, at er meiriluti fyri tí í Tórshavnar býráð so at siga alt fyri eitt, verður skúlabygnaðurin í Tórshavnar kommunu broyttur, og Sankta Frans skúli í Havn kann fáa sína eftirtrákkaðu framhaldsdeild eftir summarfrítíðina í ár.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, ið sat millum fundarfólkið, segði, at málið fór at verða tikið upp beinanvegin. Tað vil siga, at góðkennir Mentamálaráðið, at skúlabygnaðurin fyri Tórshavnar kommunu, sum varð einmælt samtyktur í 2012, skal broytast, so hendir tað óvæntaða, at Sankta Frans skúli hevur framhaldsdeild í skúlaárinum 2016/17.

Helena Dam á Neystabø, forkvinna í Mentamálanevndini hjá Tórshavnar býráð, segði á fundinum, at sum er ganga børnini í Skúlanum á Fløtum harraleys.

Næmingarnir í Nonnuskúlanum spurdu skúlastjóran, hvussu mann ber seg at við at fáa framhaldsdeild. Skúlastjórin svaraði, at tey skuldu senda skriv til skúlastýrið, sum arbeiðir við málinum, men tað er býráðið, sum tekur endaligu avgerðina.

Skúlastýrið arbeiddi so víðari við málinum, men svarið var nei. Onga framhaldsdeild í Nonnuskúlanum.

- Vil býráðið bjóða næmingum framhaldsdeild í Sankta Frans skúla, má avgerðin takast nú. Tað nyttar lítið at bjóða teimum framhaldsdeild, tá skúlaárið endar um tríggjar vikur, sigur Selmar Jacobsen, stjóri í Sankta Frans skúla. Avgerðin má takast nú í viku 22. Tað er teir allarfyrstu dagarnar í juni.

- Sum støðan er beint nú, fáa næmingarnir ikki møguleikan at halda fram her í skúlanum. sigur Selmar Jacobsen, skúlastjóri. Tað vil siga, at næmingarnir noyðast at velja annan skúla.

- Tí tað sær út til, at politikararnir ikki geva teimum møguleikan, at halda fram í Sankta Frans skúla komandi skúlaár.

Skúlastjórin segði stutt og greitt á pallborðsfundinum 17. mai, at hølisviðurskiftini í Sankta Frans skúla eru í lagi.

Í nýggja bygninginum á sama matrikli eru fýra skúlastovur umframt nøkur bólkarúm. Har er rúm fyri framhaldsdeild. Í gamla Nonnuskúla eru handarbeiðsstovan, sum ofta stendur tøk. Hon kundi verið heimastova hjá einum 8. flokki næsta ár. Haraftrat er alifrøðistovan.

Á matriklinum hjá Nonnuskúlanum er eisini sangstovan, sum er tann gamla kirkjan. Og ein kirkja er yvirhøvur størri enn vanlig rúm í einum skúla.

Í Sankta Frans skúla er sum skilst ríkiligt rúm fyri framhaldsdeild.

 

Myndin:

Selmar Jacobsen, stjóri í Sankta Frans skúla í Havn: - Tað sær út til, at politikararnir ikki lata næmingar  sleppa í framhaldsdeild í Sankta Frans skúla komandi skúlaár

Tekstur og mynd: Sonne Smith


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni