Bloggur

Føgur er foldin

Katrin Dagbjartsdóttir, lærari í Skúlanum á Fløtum, bloggar

05.12.2024

Longsulin eftir læraralívinum kom altíð í desember. Starvaðist aðrastaðni í seks ár. Men minnini um alt tað góða í fólkaskúlanum vóru sterk. Her er nevniliga nógv at gleðast um.

Í morgun opnaðu vit jólakalendaran í okkara 4. flokki. Tá ið vit komu inn, hevði Annvør hongt pakkar eftir einum bandi, sum vanliga verður nýtt at heingja myndir á, so øll síggja. Spentu andlitsbráini, jólaskrýdda stovan – jú, sanniliga. Mangar eru góðu løturnar: Pyntidagurin, har øll pynta stovurnar. Onkur venur at ganga Lucia. 6. flokkur venur jólaleik.

Desember er øðrvísi.

Arbeiddi fyrstu 10 árini í Adventistaskúlanum, og har gjørdu vit nógv burturúr at framføra til eina jólakonsert, sum vit høvdu beint fyri jólafrítíðina. Vit arbeiddu dúgliga og nógv – allur skúlin. Nærum allur desembermánaði fór við hesum. Framførslurnar vóru ymiskar: Nógvur vakur sangur, blokkfloytur, violinir, stuttir leikir. Øll stóðu so fín og pyntað fyri fullari kirkju av stoltum foreldrum, ommum og abbum. Vóni, at næmingarnir, sum nú eru vaksnir, eisini minnast aftur á hesa tíðina við gleði.

Nógv er broytt hesi 29 árini, síðani eg tók prógv. Lærarastarvið krevur meir av okkum. Viðhvørt missa vit pippið eina løtu, men ikki leingi ísenn. Lærarastarvið er spennandi, avbjóðandi – og eingin dagur er líka. Havi skrivað fimm bloggar í ár, sum á onkran hátt viðgera læraralívið og familjuna í dagsins samfelag. Royni við hesum at varpa ljós á nøkur viðurskifti, sum eru verd at grunda nærri um.

1. Samstarv, samband og stjørnuløtur

2. Treystleiki og húðarhungur

3. Tú fært ikki sungið, tá ið tú ert óður

4. Alt tað, mítt eyga finnur í tær, sigur hvat býr í mær (Inklusión)

5. Online, offline og opt-line

Eitt, sum eg ikki havi skrivað um, men sum eg haldi hevur týdning at varpa ljós á, eru børnini, sum hava foreldur sum eru farin frá hvørøðrum. Talið á børnum, sum vaksa upp í tveimum heimum, er eksploderað seinastu 20 árini. Hetta er tó nakað, sum ov lítið verður gjørt við nógvastaðni. Hevði viljað, at vit skipaðu okkum soleiðis, at øll hesi børnini kendu seg sædd og hoyrd í síni støðu. Lat meg siga beinanvegin, at nógv foreldur megna sera væl at samstarva, og tey gera nógv fyri at stuðla barninum. Men mong børn høvdu havt gleði av, at sjóneykan varð sett á, hvussu vit kunnu bøta um.

Summir skúlar hava samrøðubólkar fyri børn, hvørs foreldur ikki eru saman. Eitt annað hugskot kundi verið at havt samrøðubólkar fyri foreldur, so tey fáa amboð til at samstarva jaliga  – eisini hóast truplar umstøður. Spurningurin er so, hvør eigur hesa uppgávuna.

Men hetta evnið er sera umfatandi og als ikki lætt at viðgera í einum stuttum bloggi. So eg lati tað liggja, men hugsi tó nógv um hesi børnini á jólum. Tann saknurin, sum er ein fylgisveinur hjá flestu teirra. Saknurin eftir mammuni, tá ið tey eru hjá pápanum, og saknurin eftir pápanum, tá ið tey eru hjá mammuni. Vóni, at tey vaksnu taka so nógva ábyrgd sum gjørligt frá barninum um, hvar tað skal vera á jólum.

Aftur til desember – til síðsta skúladag fyri jól:

Vit sita í kirkjuni, sum er stúgvandi full. Tey minstu sita fremst. Onkur situr í fanginum á einum vaksnum. Nógv sita og lurta eftir prestinum, sum so livandi greiðir frá um jólaboðskapin. Onkur situr og órógvar, og lærarar og námsfrøðingar royna av øllum alvi at varðveita frið. Eg hugsi: “Góði prestur, spyr ikki út í fjøldina, fortel bara livandi og væl.”  Síggi fyri mær, at um prestur spyr ein spurning, so fara 100 fingrar upp – og summi klára ikki at halda sær, men siga hart, hvat tey meina er eitt svar.

Men prestur greiðir frá, livandi og væl – uttan at spyrja. So ljómar vakri sangurin, sum børnini duga: “Friður á foldum, menniskja frø teg, tær føddur frelsari er í dag”.

Jólaklemm frá næmingum uttan fyri kirkjuna. Jú, sanniliga – løturnar eru góðar.

Ynski við hesum síðsta blogginum øllum eini gleðilig jól og eitt av Harranum vælsignað nýggjár.

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni