Tíðindi

Fótbóltstilboð har vesturi

Aftur í ár, triðja árið upp í slag, skipar Skúlin Giljanesi fyri fótbóltsbreyt í samstarvi við Sørvágs skúla, FSF og fótbóltsfeløgini. Allir næmingar – dreingir og gentur – frá 6. flokki til 10. flokk hava fótbóltin í boði. Fótbóltsveteranurin, miðvingurin Jens Erik Rasmussen, er venjari hjá teimum. So har vesturi eru tey í góðum fótbóltsgaggum

12.10.2016

Tilboðið verður veitt í samstarvi millum skúlarnar í oynni, fótbóltsfeløgini, kommunurnar, sum gjalda bussin, og Fótbóltssambandið.

Næmingar á fótbóltsbreytini har vesturi í Vágum venja tvær ferðir um vikuna. Mánamorgun er venjing fyri næmingar í Skúlanum á Giljanesi klokkan 6.30 í ítrottarhøllini. Venjingin varir í tveir tímar. Mikumorgun er venjing fyri næmingar í Sørvágs skúla klokkan 6.30 í ítróttarhøllini. Eisini har verður vant í tveir tímar. Hetta eru ikki skúlatímar, tí teir tímarnir byrja "ikki fyrr enn" klokkan 8. Felagsvenjing fyri báðar skúlarnar er fríggjadag klokkan 6.30 á Giljanesi, fyrra hálvár, og í Sørvági seinna hálvár. Tá ið felagsvenjingin er fríggjadag, koyrir bussur næmingarnar til og frá venjing.

Øll venjing er liðug soleiðis, at næmingarnir eru klárir at fara í skúla klokkan 8.

Tey plaga at byrja at venja 1. september, men í ár – 2016 – eru tey eitt sindur sein, og so rullar bólturin inntil mai mánað.

Er veðrið gott, spæla tey úti. Tey skifta eitt sindur ímillum teir ymsu vøllirnar í teimum trimum stóru bygdunum í Vágum. Er ringt veður og í tí myrkastu tíðini um veturin, spæla tey inni ávikavist í ítróttarhallunum í oynni.

Móti vári fara tey út at spæla fótbólt.

Í Vágum sum alla aðrastaðni í landinum, har fótbóltsbreyt er tilboð í skúlanum, verður dentur verður lagdur á at menna bóltførleikarnar hjá tí einstaka við støði í tí persónliga førleikastiginum. Sostatt kunnu øll vera við í tilboðnum, sama, hvussu væl tey duga. Einasta krav fyri at vera við er, at næmingarnir møta væl upp til venjing, og at teir nøktandi fylgja skúlagongdini.

So skjótt sum allar venjingarnar byrja í fótbóltinum, minkar talið á næmingum, sum spæla.

Jens Erik Rasmussen, sum spældi fótbólt í ein mansaldur í HB og B36 og 07 Vestur, umframt eini 10 ár á landsliðnum, sigur, at tey bæði undanfarnu árini eru einir 30-40 næmingar byrjaðir, men sum frá líður minkar talið – sum natúrligt er – niður í eini 15 tilsamans. Eldsálirnar eru eftir. Hesi ungu fara upp á hálvari nátt at venja fótbólt, og sambært Jens Eriki hevur tað gingist so mikið væl, at fleiri eru á U15- og U17-landsliðnum. Tað er tað, Jens Erik kann staðfesta, eru risaframstig.

Jens Erik Rasmussen arbeiðir dagliga í frítíðarskúlanum, sum heldur til í gamla skúla í Miðvági.

- Tað er stuttligt at læra frá sær, sigur hann og fegnast um tann holla dissiplinin, ið fylgir við miðvísari fótbóltsvenjing.


Myndin:
Fótbóltsvetaranurin, miðvingurin Jens Erik Rasmussen, er tann royndi venjarin hjá teimum ungu, sum venja á fótbóltsbreyt í skúlunum í Vágum


Tekstur: Sonne Smith


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni