Tíðindi
15.02.2023
Súsanna Bertholdsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkinum, vil hava at vita, hvørjar ætlanir landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum hevur viðvíkjandi eftirútbúgvingum av fólkaskúlalærarum. Hon spyr, hvørjar ískoytis- og eftirútbúgvingar fólkaskúlalærarar skulu hava fyri at røkja uppgávur í førleikastovunum kring landið, um førleikastovurnar eru mannaðar við lærarum, sum hava neyðugu førleikarnar at røkja serøkini, og um landsstýrismaðurin arbeiðir við eini ítøkiligari ætlan at seta eftirútbúgving av fólkaskúlalærarum í gongd eitt nú orðblindalærarum, lesivegleiðarum og serlærarum.
Henrik Old, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, vil hava landsstýrismannin at umrøða fyrsta skúladag eftir summarferiuna. Hann spyr, um næmingar kunnu møta eitt sindur seinni fyrsta skúladag aftan á frítíðirnar, og um landsstýrismaðurin kann royna at fáa eina avtalu við skúlarnar um hetta. Henrik Old spyr í einum øðrum fyrispurningi um rættin til skúlagongd í nærumhvørvinum. Hann vil vita, um landsstýrismaðurin ætlar at arbeiða fyri at tryggja øllum børnum rættin at ganga í skúla í nærumhvørvinum, óansæð um tey hava gingið í forskúla ella ei, og um landsstýrismaðurin ætlar at avtaka møtiskylduna í forskúlunum.
Bárður á Lakjuni, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, vil hava landsstýrismannin at greiða frá, hvørja ætlan hann hevur viðvíkjandi handaligu og listarligu lærugreinunum, nú samgonguskjalið nevnir javnvág millum hugvísindi, náttúruvísindi og skapandi læru. Hann vil vita, um fólkaskúlin er ov tætt tongdur at upptøkukrøvumum t.d. týskt og alis-/evnafrøði frá miðnámsskúlunum, og um landsstýrismaðurin ætlar at gera nakað við hesi upptøkukrøv. Annar fyrispurningurin frá Bárði á Lakjuni snýr seg um fólkaskúlalógina. Hann vil hava at vita, hvussu nógvir flokkar í fólkaskúlanum eru væntandi at fara upp um 24 næmingar við skúlaársbyrjan 2023/24, og um hvørjar óvanligar umstøður í einstøku skúlunum gera, at fleiri enn 24 næmingar eru í nógvum flokkum. Somuleiðis spyr hann, hvørjar ætlanir landsstýrismaðurin hevur fyri at tryggja, at tað ikki vera fleiri enn 24 næmingar í flokkunum uttan í heilt serligum førum.
Kristianna Winther Poulsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, vil hava landsstýrismannin at greiða frá, hvør hevur ábyrgdina av, at allir næmingar hava møguleika at fáa eina hóskandi og nøktandi seksualundirvísing. Hon spyr, um landsstýrismaðurin ætlar at seta tilmælini í verk, sum vórðu handað honum frá samtykkisbólkinum í viku sex, og nær, um so er. Somuleiðis spyr hon, um verandi námsætlan fyri seksualundirvísing er tíðarhóskandi, og um næmingar á miðnámi eisini skulu fáa seksualundirvísing.
Tann síðsta spurningin eigur Jenis av Rana, løgtingsmaður fyri Miðflokkin og fyrrverandi landsstýrismaður við skúlamálum. Hann vil vita, hvørjar hugsjónir, ætlanir og visjónir eru aftan fyri nýstovnaða Barna-og útbúgvingarmálaráðið. Spurningurin hjá honum til núverandi landsstýrismann er, hví avvarðandi uppliva, at ráðið, heldur enn at søkja loysnir, vísir teimum frá sær.
Tað ber til at lesa um allar spurningarnar og viðmerkingarnar til hvønn einstakan spurning á heimasíðuni hjá løgtinginum: logting.fo