Tíðindi

Fólkaskúlin skal fyrireika til fólkaræði

Hvat kann gerast í fólkaskúlanum fyri at økja um vitanina hjá næmingunum um fólkaræði í Føroyum? Jacob Eli S. Olsen, lærari og nevndarlimur í Føroya Lærarafelag.

23.02.2016

Eru føroyskir fólkaskúlanæmingar ílatnir at luttaka í fólkaræðinum? Í miðlunum hava fleiri innsløg verið um, hvat ungdómur okkara veit um politisk og samfelagslig viðurskifti. Niðurstøðan var greið, ungdómurin veit alt ov lítið. Politisk ungmannafeløg og løgtingslimir halda, at samfelagsfrøði skal gerast sjálvstøðug lærugrein í fólkaskúlanum.

Tey ungu kenna eisini, at tað hevur týdning at hava vitan um politisku skipanina. Eg hevði eina áhugaverda samrøðu við nakrar 9. floks næmingar frá Sandoyar Meginskúla um samfelagsfrøði í fólkaskúlanum. Tær hildu, at fólkaskúlin átti at geva teimum óhefta kunning um politisku skipanina í Føroyum. Á tann hátt kundu tær taka politiska støðu út frá vitan og egnari fatan. Um tær bara høvdu vitanina heimanífrá at halda seg til, var vandi fyri, at tær bara valdu sum foreldrini, uttan at vita betur.

Endamálsorðingin í fólkaskúlalógini § 2. stk. ásetur greitt, at fólkaskúlin “skal búgva næmingarnar til innlivan, samavgerð, samábyrgd, rættindi og skyldur í einum fólkaræðisligum samfelag.” So skúlin eigur at fyrireika næmingarnar til fólkaræði. Tað er ikki í lagi, at fólkaskúlanæmingar hava so avmarkaða vitan um politisku skipanina og kenna seg illa ílatnar at taka lut í fólkaræðinum.
Hvat kann gerast í fólkaskúlanum fyri at økja um vitanina hjá næmingunum um fólkaræði í Føroyum? Tað fyrsta, ið eg hugsi um, er undirvísingartilfar um føroyska fólkaræðið. Tað er sera avmarkað undirvísingartilfar til fólkaskúlan um samfelagsfrøði og fólkaræðið í Føroyum. Um skúlarnir og næmingarnir fingu undirvísingartilfar um evnið, vildi tað gjørt stóran mun. Eftirútbúgving av lærarunum í undirvísing í samfelagsfrøði vil eisini styrkja um støðuna.

Tað ber eisini til at brúka verandi møguleikar í størri mun. So sum at fara við flokkum á vitjan í løgtinginum, landsstýrinum, dómsvaldinum og bý- og bygdaráðum. Í sambandi við løgtingsval og kommunuval kann arbeiðast við evnum um fólkaræði. Og at styrkja næmingaráðið, har næmingarnir kunnu royna fólkaræði í verki.

Uppskot hevur verið á løgtingi at fáa samfelagsfrøði sum lærugrein í 9. flokki. Tað er avgjørt eisini ein møguleiki. Men um samfelagsfrøði skal inn í tímatalvuna í størri mun, so eru tveir møguleikar. Antin má samfelagsfrøði koma í staðin fyri okkurt annað, ella má tað koma afturat tí, sum longu er. Um tað skal koma í staðin fyri okkurt verandi, so mugu myndugleikarnir seta orð á, hvat skal víkja. Hin møguleikin er, at undirvísing í samfelagsfrøði og fólkaræði kemur afturat tí sum er. Tað krevur størri játtan til fólkaskúlan.

Tíð er at raðfesta samfelagsfrøði og fólkaræði í fólkaskúlanum. Felags fyri flestu loysnir er, at skipanir mugu mennast, og at neyðuga játtan til arbeiði fylgir við.

Grein á heimasíðuni hjá skúlablaðnum:
http://www.lararafelag.fo/V%C3%ADs-T%C3%AD%C3%B0indi.aspx?ID=663&Action=1&NewsId=7435&PID=2039

Kunning um løgtingsvali 2015
http://snar.fo/tema/samfelag-og-soega/loegtingsval/

Tíðindini 11. august 2015: http://kvf.fo/netvarp/uv/2015/08/11/tvarpstindi-1220#.VsmJMfmLTIU


Ungdómssendingin ”Røddin”, Victoria Biskupstø: http://kvf.fo/netvarp/uv/2015/12/18/hvussu-skal-eg-vita-ta#.VsmEfPmLTIU
 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni