Tíðindi

Fólkaskúlin komin í plenuklipparan

Um hugt verður at, hvussu politiski myndugleikin raðfestir fólkaskúlan, má tíverri bara staðfestast, at fólkaskúlin er í tungum sjógvi í løtuni. Í fíggjarlógaruppskotinum til 2025 skal fólkaskúlin aftur skerjast, og tað er ein ordans brotasjógvur fyri fólkaskúlan. Tórhallur við Gil, næstformaður Føroya Lærarafelags, skrivar

08.10.2024

Nú er veruliga komið at mørkum, og ein má bara undrast, hvussu nakar kann koma fram til, at fólkaskúlin skal rekast fyri uppaftur minni pengar. Skjóta politikarasvarið er óivað, at nú má stýrast við fíggjarligum skynsemi, og tað má eisini vera galdandi fyri fólkaskúlan. Jú, jú sjálvandi skal skil vera í, tað er ringt at vera ósamdur í tí, men at fólkaskúlin skal vera partur av hesum plenuklipparasparitiltøkum, er ein ódámlig gongd, sum fer at svíða í skúlanum.

Lærarar stríðast hvønn einasta dag at fáa kabalina at ganga upp, og nú verður uppaftur torførari. Nú skal ferðin setast meir upp, og lærarar skulu renna skjótari enn áður. Tað verður bara truplari og truplari at náa alt, sum náast skal. Bæði í sjálvari undirvísingini, men so sanniliga eisini í dagliga samskiftinum við næmingar, foreldur og myndugleikar. Tað er ógvuliga krevjandi at klára hesar uppgávur í løtuni, og ætlaðu sparingarnar eru bara steinur oman á byrðu.

Onkuntíð fær ein tann tankan, um politiski myndugleikin yvirhøvur gevur sær far um, hvat hann er í holt við. Er tað veruliga ynskið hjá politiska myndugleikanum at skerja fólkaskúlan? Hevur fólkaskúlin veruliga so lítlan áhuga millum politikarar?  

Tað nyttar einki bara at lova gull og grønar skógir upp undir val. Tað er púra ókeypis. Men at skerja fólkaskúlan, sum hevur so grundleggjandi týdning í samfelagnum, er sanniliga ikki ókeypis.

Tað merkir ikki bara, at lærarar skulu renna skjótari, sum í sjálvum sær er álvarsligt, men tað ávirkar púra natúrliga eisini næmingarnar. Næmingarnir merkja sjálvandi eisini, at skipanin, sum teir eru í, er undir trýsti. Tá ið lærarar t.d. verða trýstir til at undirvísa meira, seyrar tað niður ígjøgnum alla skipanina. Sama hvussu røkin lærarin er, og sama hvussu nærlagdur lærarin er, røkkur orkan bara til eitt vist. Um uppgávan verður ov stór og ikki minst órímilig, er givið, at tað ikki heldur í longdini. Tað er avmarkað, hvussu langt lastikkið kann toyggjast.

Ein góður fólkaskúli kostar sjálvandi pengar, og sjálvandi skulu pengar nýtast við skili. Við ætlaðu skerjingini fer fólkaskúlin at fáa enn eitt skot fyri bógvin, og tað kemur ógvuliga illa við. Allar súðir eru tó ikki syftar enn, og vónandi fer politiski myndugleikin at hugsa seg sera væl um, áðrenn ætlaðu sparingarnar verða framdar.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni