Tíðindi

Fólkaskúlin er forsømdur í langa tíð og tørvar íløgur fyri milliónir

Í langa tíð hevur játtan ikki verið til m.a. at dagføra innihaldið í fólkaskúlanum, at dagføra og serútbúgva lærararnar, at vaksa um tvílæraraskipanina og at geva flokslæraranum hóskandi sømdir. Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags, skrivar

13.12.2024

Lærarar og skúlastjórar skilja lítið og einki av ætlanini hjá politiska myndugleikanum við fólkaskúlanum at vilja skera 7,3 mió av játtanini hesi bæði árini – hetta og komandi skúlaár, tá stórar uppgávur liggja á láni, tí hesar uppgávurnar eru forsømdar seinnu árini. Í langa tíð hevur neyðuga játtanin ikki verið til fólkaskúlan til m.a. at dagføra innihaldið í fólkaskúlanum, at dagføra og serútbúgva lærararnar, at vaksa um tvílæraraskipanina og at geva flokslæraranum hóskandi sømdir.

Myndin til greinina er tikin úr tilmælinum til ætlaðar broytingar í fólkaskúlalógini, sum landsstýrismaðurin fekk handað á krossmessu í 2023 og er tikin frá tilmæli IV um at eftirútbúgva lærararnar. Í tilmælinum eru fleiri øki nevnd, har arbeiðsbólkurin mælti til neyðugar íløgur í fólkaskúlanum. Tilmæli IV og V eru um at eftirútbúgva lærarar við útbúgvingum og longri skeiðum, tilmæli VII um at dagføra námsætlanirnar, tilmæli VIII um tvílæraraskipan og samlæring og tilmæli IX um at styrkja flokslæraraskipanina. Øll hesi tilmæli eru alneyðugar íløgur í fólkaskúlan, men eingi av hesum tilmælum eru gjøgnumførd. Tí standa vit spyrjandi, tá tað sær út til, at fremsta ynskið hjá politiska myndugleikanum bara er at skera av játtanin til fólkaskúlan, tá tørvur er á, at játtanin til fólkaskúlan hækkar.

Innihaldið í skúlanum er ikki dagført síðan námsætlanirnar komu í 2011. Námsætlanirnar eru ikki tíðarhóskandi, og grannalondini hava fleiri ferðir dagført innihaldið í skúlanum síðan tær føroysku vóru gjørdar. Onkrar einstakar dagføringar eru gjørdar á einstøkum námsætlanum, men hesar nýggju námsætlanirnar eru nógv øðrvísi enn tær gomlu, tí órógvar hetta meira enn tað hjálpir, tí lærararnir skulu rótast millum gamalt og nýtt. Sum tilmæli VII vísir á, so er tað neyðugt, at pengar verða settir av til at dagføra innihaldið í fólkaskúlanum, so at allar námsætlanirnar vera dagførdar í senn og settar í gildi í senn. Tá nýggju námsætlanirnar koma í gildi, so er tað eisini umráðandi, at allir lærarar vera útbúnir at undirvísa eftir nýggja innihaldinum, og tað mugu pengar eisini setast av til.

Tað hava ikki verið pengar til at serútbúgva lærarnar í fólkaskúlanum í nógv, nógv ár, og tørvurin eftir serútbúnum lærarum hevur ongantíð verið so stórur sum nú, tí tað er eitt vaksandi tal av uppgávum í skúlanum, sum krevur serútbúnar lærarar. Tað eru 21 ár síðani, at skúlabókavørðir tóku prógv, 20 ár síðani Kt-varðaútbúgving var skipað, 13 ár síðani lesivegleiðarar vóru útbúnir, 11 ár síðani serlærarar vóru útbúnir og 8 ár síðani orðblindalærarar tóku útbúgving. Hesir lærarar eru bert í lítlan mun dagførdir hesi árini, og nógvir av serútbúnu lærarunum eru farnir frá vegna aldur, sum á sinni vóru serútbúnir. Tí er tørvurin á serútbúnum lærarum so ovurhonds stórur.

Pengar eru ikki settir av til fólkaskúlan at serútbúgva lærararnar í nógv ár, tí eru tilmæli IV og V um at eftirútbúgva lærararnar so átrokandi at fáa gjøgnumførd. Myndin til greinina reksar upp, hvørjar útbúgvingar liggja á láni, og listin í tilmælinum er langur. Mælt verður til 11 eftirútbúgvingar: Skúlabókavarðaútbúgving, KT- varðaútbúgving, lesivegleiðaraútbúgving, samstarvandi læring (CO-teaching), serlæraraútbúgving, flokslæraraútbúgving, orðblindalæraraútbúgving, leiðsluútbúgving, skúlavegleiðararútbúgving, náttúrvísindi (náttúruvegleiðari) og støddfrøðivegleiðari. Og mælt verður til 9 ymisk førleikagevandi skeið: Akt-læraraútbúgving, drúgvari skeið list- og handaverk, skeið CO-teaching og tvílæraraskipan, skeið fyri SSP-lærarar, skeið í persónligari leiðslumenning, skeið í verkætlanararundirvísing, skeið í verkstaðarundirvísing, skeið í evniskunnandi undirvísing, skeið í rørslu og heilsu, skeið í KT- didaktikki og eykaprógv í føroyskum skal skipast regluliga (hetta er fyri teir lærarar, ið hava tikið læraraútbúgving á donskum lærustovni). Allar hesar útbúgvingarnar eru neyðugar, og pengar mugu setast av til hetta ongantíð ov skjótt.

Ongar skipaðar eftirútbúgvingar eru settar í verk. Tað einasta landsstýrismaðurin hevur gjørt fyri eftirútbúgving av lærarum er at avtaka rundskrivið, sum reguleraði eftirútbúgvingina hjá fólkaskúlalærarum, rundskriv nr. 1 um eftir- og framhaldsútbúgving av lærarum fólkaskúlans frá 9. juni 1992, og pengar eru nýttir til eina projektleiðslu. Men enn er eingin skipað eftirútbúgving sett í verk.

Tíðin er farin frá, tá lærarin kundi, einsamallur í flokkinum, fáa 24 næmingar í fyrsta flokki at virka sum ein eind og samstundis taka sær at einstaka næminginum. Tí er neyðugt, at tilmæli VIII um at víðka tvílæraraskipanina til eisini at fevna um 1.-6. fl, og longu at taka við, tá 13 næmingar eru í flokkinum. Hetta tilmælið er roknað til at kosta 12,25 mió. kr. Tvílæraraskipanin er ikki ment, og nú er ætlanin at skera av játtanini í fólkaskúlanum. Eftir standa lærarar og næmingar í fólkaskúlanum í truplum støðum, og politiski myndugleikin hevur fingið boðini, men tað er sum at tosa við stein.

Tað er sera umráðandi, at fólkaskúlin er dagførdur og hevur vælútbúnar lærarar innan lærugreinir og serlig fakøki, ið eru knýtt at undirvísingini og virksemi skúlans sum heild. Tørvurin á eftirútbúgving hevur valla nakrantíð verið størri enn nú, bæði tí at gransking og greiningar vísa á nýggjar arbeiðshættir, og at okkum vantar eina regluliga eftirútbúgving innan fleiri øki. Serliga tøkniliga menningin seinastu árini hevur elvt til, at førleikakrøvini broytast munandi skjótari enn bara fyri fáum árum síðani. Eisini tilvitanin og tørvurin á bæði inklusjónsfremjandi átøkum, trivnaðararbeiði og fjølbroyttum námsháttum seta krøv og eru fortreytir fyri at røkja starv sum fólkaskúlalærari.

Vit í skúlanum skilja ikki, at fólkaskúlin aftur í ár skal spara, tí fólkaskúlin hevur verið forsømdur í politisku skipanini, og tað mangla íløgur til dagføringar. Innihaldið í fólkaskúlanum má dagførast, námsætlanirnar eru gamlar, og stórur tørvur er at serútbúgva lærarar til ymsu uppgávurnar í skúlanum. Harafturat krevja næmingar og foreldur í dag, at lærarin hevur meira tíð til teirra, tí mugu skipanir sum flokslærarin og tvílæraraskipanin eisini útbyggjast, so at lærararnir fáa røkt sína uppgávu, sum hon er lýst í fólkaskúlalógini.

Ætlaðu skerjingar í játtanini til fólkaskúlan fara at koma sum steinur oman á byrði. Enn er einki av neyðugu tilmælunum í álitinum um broytingar í fólkaskúlanum gjøgnumført, og uttan at størri játtan verður latin fólkaskúlanum, hevur lærarin ikki møguleikan at skapa neyðugu umstøðurnar til næmingarnar, og tað fer at hava við sær, at trýstið á aðrar skipanir fer at vaksa. Og tá er einki vunnið.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni