Tíðindi

Fólkaskúlaráðið ikki fullmannað

Eftir hálvt annað ár við ongum fólkaskúlaráði var tað loksins mannað aftur 1. juni í ár, men síðan løgtingsvalið í september hevur tað ikki verið fullmannað

02.11.2015

 

Fólkaskúlaráðið fór til verka alt fyri eitt, sum tað varð sett 1. juni í ár. Nakrir fundir vóru fyri summarfrítíðina, har álit var orðað til landsstýrisfólkið um skipan við ársætlanum og undirvísingargongdum í skúlunum. Á ólavsøku var sum kunnugt val útskrivað, og síðan hevur ongin fundur verið, tí bíðað hevur verið, til landsstýrið varð skipað; ein av limunum í fólkaskúlaráðnum, Jónleif Johannesen, er komin í løgtingið sum eykavaldur, og tí skal nýggjur limur veljast fyri hann í fólkaskúlaráðið.
- Ætlanin var at gera eina arbeiðsætlan eftir summarfrítíðina, men eg havi valt at bíða til valið var av, og landsstýrissessurin mannaður aftur. Nýggja landsstýriskvinnan, Rigmor Dam, skal velja eitt nýtt umboð fyri Jónleif Johannesen. Tá ið ráðið aftur er fullmannað, verður fyrst fundur við landsstýriskvinnuna, og síða fara vit at gera eina arbeiðsætlan, sigur Vagn Foldbo, formaður í fólkaskúlaráðnum.

 

Uppgávan hjá ráðnum er sambært lógini at geva landsstýrisfólkinum ráð í øllum málum um fólkaskúlan; harumframt kann fólkaskúlaráðið ráða landsstýrisfólkinum til at seta í verk royndar- og menningarvirksemi og granskingarverkætlanir. Tá ið fólkaskúlaráðið var sett í juni, varð sagt, at tað í sínum arbeiði fer at leita sær ráð og vegleiðing og seta seg í samband við serkøn og ábyrgdarhavandi innan tey ymsu virkisøkini, sum ráðið viðger. Á henda hátt fáa onnur enn tey, sum eru sett í ráðið, høvi til at lýsa síni sjónarmið og harvið fáa ávirkan á menningina av fólkaskúlanum.

 

Fólkaskúlaráðið, sum tók við 1. juni, er mannað við hesum limum:
Vagn Foldbo, formaður,
Súsanna Mortensen, serlærari,
Jónleif Johannesen, skúlaleiðari og AKT- lærari; (hann verður skiftur út við annan)
Annika Sølvará, umboð fyri felagið Heim og skúla,
Charlotta Thorsteinsson, lesivegleiðari,
Jenny Lydersen, samskipari, Mentamálaráðið,
Magnus Tausen, skrivari, Mentamálaráðið.

 

Fólkaskúlaráðið situr til 1. juni 2018.

 

Á myndini fólkaskúlaráðið, tá ið tað var sett í juni, saman við táverandi landsstýrismanninum, Bjørn Kalsø.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni