Tíðindi
29.01.2020
Landsstýrismaðurin í skúlamálum, Jenis av Rana, hevur nú sett fólkaskúlaráðið. Mánadagin í vikuni hittust tey, sum mynda ráðið komandi trý árini fyrstu ferð; landsstýrismaðurin gjørdi ráðnum kunnugt, at hann vil hava ráðið at viðgera fleiri evni og gera tilmæli um tey. Næsti fundurin hjá nýggja fólkaskúlaráðnum verður í komandi viku, og tá er ætlanin at gera av, hvat tað fyrsta verður, sum ráðið fer undir at viðgera.
Tey, ið manna fólkaskúlaráðið komandi trý árini, eru hesi:
Vagn Foldbo, skúlastjóri og master í etikki og virðum í feløgum, sum verður formaður
Jóhannes Miðskarð, ph.d., adjunktur í námsfrøðiligari leiðslu
Gunnvør Højgaard, serlærari og master í lesi- og skrivididaktikki
Sonni Óli Djurhuus, skúlastjóri
Tom Joensen, fyrstilærari
Tóra Joensen, lærari og ráðgevi í handaverki og list
Jacob Eli S. Olsen, støddfrøðivegleiðari og formaður í Føroya Lærarafelag
Janus Vang, umboðandi Foreldrafelagið Heim & skúla
Maria á Boðanesi, lærari, akt- og ssp-lærari
Jenny Lydersen, undirvísingarleiðari og samskipari
Magnus Tausen, fultrúi í Undirvísingarstýrinum og skrivari