Stabbamynd greinar
12.01.2024
Nakrar broytingar eru, tí at kommunur hava lagt saman, ella tí at ein kommuna hevur lagt skúlar í kommununi saman. Dømi um hetta er skúlin í Eysturkommunu, sum var lagdur saman við kommunusamanleggingini í 2023, og á Skúlatrøð og Skúlin á Fløtum, har Klaksvíkar kommuna og Tórshavnar kommuna valdu at leggja tveir rættiliga stórar skúlar saman í ein stóran skúla.
Tað er serliga millum teir smærru skúlarnar, skúlar við færri enn 50 næmingum, at talið av skúlum er minkað. Tað eru 13 skúlar færri í bólkinum 1-14 næmingar og 5 skúlar færri í bólkinum 25-49 næmingar, ella til samans eru tað 18 skúlar færri í hesum báðum bólkunum. Hetta kemst serliga av, at barnatalið í smærru bygdunum er minkað so nógv. Í nøkrum bygdum eru eingin børn, og tí er eingin skúli longur, ella eru tað so fá børn, at børnini í staðin ganga í skúla í eini grannabygd.
Tað eru færri skúlar í bólkinum 400-599 næmingar í dag samanborið við skúlaárið 2007/08. Hetta kemst mest av, at Venjingarskúlin og Kommunuskúlin vóru lagdir saman til Skúlan á Fløtum, og Skúlin við Ósánna og skúlin á Ziskatrøð vóru lagdir saman til á Skúlatrøð.