Tíðindi
11.10.2024
Politiski myndugleikin hevur leingi forsømt fólkaskúlan; tí manglar skúlanum neyðugar dagføringar og íløgur á fleiri økjum, soleiðis at hann kann møta teimum krøvum, sum verða sett, og tørvinum, sum børn og ung hava í dagsins samfelag.
Til seinasta val søgdu allir flokkar, at teir vilja hava ein góðan fólkaskúla. Fyri at náa hesum máli mugu íløgur gerast javnt og samt, soleiðis at skúlin verður dagførdur og tillagaður, men neyðugar íløgur hava ikki verið gjørdar leingi. Tí hava tær hópað seg upp, og nú er tørvur á íløgum á fleiri økjum í fólkaskúlanum.
Innihaldið í fólkaskúlanum er ikki dagført, og námsætlanirnar eru ikki tíðarhóskandi. Støða má takast til, hvørjar lærugreinar eiga at vera kravdar, hvussu vallærugreinarnar skulu skipast, og hvat innihaldið í lærugreinunum skal vera. Flestu námsætlanirnar eru eftir gamla leistinum, og átrokandi tørvur er at gera nýggjar námsætlanir til allar lærugreinarnar. Hetta er ein íløga í fólkaskúlan, ið er neyðug at gera skjótt.
Í nógv ár er tað forsømt at víðari- og serútbúgva lærararnar í fólkaskúlanum. At vera lærari er ikki bara bara. Uppgávurnar hjá læraranum eru broyttar við tíðini, tær eru meira samansettar og krevja servitan á fleiri økjum. Tað er langt síðan, at skúlabókavørðir, kt-vørðir, orðblindalærarar, lesivegleiðarar, serlærarar og skúlavegleiðarar vóru útbúnir. Skúlin má hava serútbúnar lærarar fyri at møta tørvinum, ið næmingarnir hava, og krøvunum, sum verða sett skúlanum. Tað mugu játtast pengar til at serútbúgva lærararnar.
Íløgur mugu gerast í fólkaskúlan, so at tveir lærarar eru um flokkin nógv størri part av skúladegnum. Í dag krevja fleiri næmingar, at lærarin hevur tíð til teirra ein og ein ella í smærri bólkum. Skipanin, sum vit kenna, at ein lærari í fyrsta flokki er einsamallur um 24 næmingar, røkkur ikki. Íløgur mugu gerast í tvílæraraskipanina, so at tveir lærarar eru um flokkin í nógv fleiri tímar, enn talan er um í dag.
Hóast trongar fíggjarkarmar, so er fólkaskúlin er útbygdur. Tað eru nú fleiri næmingar, ið hava sín skúladag í eini serstovu, og talið av næmingum er vaksið, ið fáa undirvísing í føroyskum sum annaðmál. Hesar útbyggingar eru góðar og neyðugar, men neyðin er, at hetta er komið aftrat, uttan at neyðug játtan hevur fylgt við, og tað leggur stórt trýst á restina av fólkaskúlanum, sum einki hevur at geva av.
Heldur enn íløgur í fólkaskúlan, so hava vit seinastu tíðina sæð sparingar í fólkaskúlanum. Í viðgerðini í fíggjarnevndini í fjør vóru 1,2 milliónir skornar av játtanini til fólkaskúlan. Hetta kom illa við! Hetta skúlaárið er játtanin til kt-vørðin skorin niður í helvt; við skerjingini vóru meira enn 6 ársverk tikin burtur; eisini játtanin til skúlavegleiðing varð munandi skerd. Hetta kemur sum steinur oman á byrðu hjá skúlunum, tí stórur tørvur er á kt-vørðinum og skúlavegleiðaranum.
Politiski myndugleikin hevur leingi forsømt at veita fólkaskúlanum neyðugu játtanina, so at fólkaskúlin kann dagførast og byggjast út til økta tørvin. Tað er brúk fyri nýggjum og dagførdum námsætlanum, tað mangla serútbúnir lærarar, tað er ikki lagt upp fyri í játtanini til fólkaskúlan, at tað eru fleiri serflokkar og fleiri børn, sum eru komin til Føroya uttan úr heimi og tí krevja serliga undirvísing.
Fólkaskúlin er ein kjarni í samfelagnum, og tað er við væl útbúnum lærarum, sum arbeiða undir tíðarhóskandi kørmum, at vit tryggja trivnað og framburð í fólkaskúlanum.
Oddagrein í Skúlablað nr 5, 2024, sum júst er komið.