Tíðindi

Færri næmingar í flokkinum

Løgtingið hevur samtykt, at næmingatalið í hvørjum flokki í Fólkaskúlanum eigur ikki at vera hægri enn 22 við skúlaársbyrjan.

21.05.2024

Løgtingið hevur samtykt, at næmingatalið í hvørjum flokki í fólkaskúlanum eigur ikki at vera hægri enn 22 við skúlaársbyrjan. Broytingin fer at verða galdandi frá skúlaárinum 2025-26, tá byrjað verður við 1. flokki og síðani endaliga sett í gildi eftir níggju árum. Í ávísum førum kann skúlaleiðarin avgera ikki at býta flokkin í tveir flokkur, um næmingatalið fer upp um 22.

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, fegnast um broytingina, sum er fyrsta liðið í eini longri tilgongd, at seta í verk tilmæli úr álitinum um broytingar í fólkaskúlalógini. Arbeitt verður nú víðari við at fyrireika uppskot um lægri undirvísingatímatal um vikuna, tvílæraraskipan og broytt tíma- og lærugreinabýti. Uppskot um hesar broytingarnar verða ætlandi lagdar fyri Løgtingið í komandi tingsetu. 

Landsstýrismaðurin fegnast um, at eitt samt Løgtingið tekur undir við, at umstøðurnar hjá fólkaskúlanum skulu betrast.

Tíðindaskriva frá bumr.fo


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni