Tíðindi

Fær týskt mønustingin?

Tá ið 19 læraralesandi heldur ikki fáa týskt á linju næsta skúlaár, hóast tørvur er á fleiri týsklærarum, er okkurt galið við raðfestingini á Setrinum. Týskt hevur ikki verið linjufak á Námsvísindadeildini (fyrr Læraraskúlin) seinastu 16 árini, hóast lærugreinin hevur staðið næmingunum í boði hvørt ár. Í fjør restaði bert ein næmingur í. Tá vóru tey 11 í tali. Í ár vóru heili 19 læraralesandi, sum valdu týskt á linju. Kortini er svarið aftur í ár, at einki týskthold verður. Orsøkin er vantandi fígging. Fleiri lærugreinar verða bodnar út annaðhvørt ár fyri at fylla holdini. Tað er skilagott, men hví sleppa írestandi lærugreinarnar ikki framat við hóskandi millumbilum? Tað er undranarsamt. Summir skúlar kæra sína neyð, at teir ongar týsklærarar hava, og fleiri týsklærarar verða pensjónistar um fá ár. Tørvurin er sostatt til staðar. Vónandi fer Fróðskaparsetur Føroya at umhugsa serligu støðuna umaftur og at finna neyðugu fíggingina, soleiðis at Námsvísindadeildin fær ta játtan, ið skal til, fyri at tey 19 læraralesandi sleppa undir lesnaðin næsta ár og út at brúka sínar styrkir sum lærarar. Maria Heradóttir, ritstjóri á Námi, skrivar vegna týsklærarar í Føroyum.

23.04.2025

Týskt sum lærugrein í fólkaskúlanum

Fólkaskúlin er so fullur av tímum og lærugreinum, at skúladagurin er vorðin ov drúgvur og tímarnir ov nógvir. Orsøkin er m.a., at fleiri tímar og lærugreinar eru lagdar afturat uttan aðrar  tillagingar. Hóast allar lærugreinar hava sítt virði, er lærugreinin týskt endað sum kastibløka.  Hon sigst vera orsøk til, at kabalin ikki gongur upp, nú tímatalvan er vorðin ov trong.    

Tað er ein sannroynd, at býtið millum ymsu bólkarnar av lærugreinum í fólkaskúlanum er misjavnt, sum Fólkaskúlaálitið frá 2024 sigur, tí lutfalsliga nógvir tímar fara til undirvísing í málum. Sjálvandi tekur tað av samlaðu tímapuljuni at hava eitt mál fleiri enn danir í eini skúlaskipan, ið leggur seg upp at tí donsku.

Rúm er tó fyri batum at fáa størri javnvág millum fakbólkar. Í sama áliti stendur, at lærugreinar skulu leggjast tættari upp at hvørji aðrari, soleiðis at tær stuðla hvørja aðra. Einki er tó sagt um, at málini skulu gera tað sama. Føroyskt, danskt og enskt eru flokkað í sama bólki, men undranarsamt er, at týskt er ikki flokkað undir mál. Helst er støðan sum vallærugrein atvoldin. Tó er einki til hindurs fyri at taka øll málini við, soleiðis at synergieffektin millum málini kann gagnnýtast, og tímatalið harvið lækka. 

Aðalmál fólkaskúlans er ikki at útbúgva næmingar til gymnasialt miðnám men at vera skúli fyri allar næmingar. Somuleiðis skulu næmingar sambært álitinum sparast fyri óneyðugt høvuðbrýggj um framtíðar skúlaval longu í 7. flokki. Hesi sjónarmið geva øll góða meining.

Ein skúli fyri øll hevur tó nógv at liva upp til. M.a. mugu nøkur val vegna næmingarnar liggja í skúlaskipanini sjálvari. Fólkaskúlaálitið mælir t.d. til, at alis- og evnafrøði gerst kravd lærugrein í trý ár heldur enn vallærugrein seinnu tvey árini. Næmingarnir sleppa tá undan at hugsa um nakra upptøkutreyt, um teir í framtíðini søkja inn á náttúrubeyt á miðnámi.  

Sama álit mælir til, at týskt skal gerast lærugrein í trý ár heldur enn tvey ár. Samlaða tímatalið lækkar við einum triðingi, og lærugreinin varðveitir støðuna sum vallærugrein, men einki verður sagt um tað ella um upptøkukravið í týskum til hugbreyt á miðnámi.

At byrja týskt í 7. flokki er eitt framstig, tí jú fyrr vit byrja at læra mál, jú betur og skjótari læra vit tey. At lækka tímatalið niður í tveir tímar um vikuna hava danir tó ikki góðar royndir av. Lønar tað seg tá best? Ella vita vit, um tað letur seg gera á annan og betri hátt enn danir gjørdu?

Týskt og onnur fremmandamál á miðnámi

Álitið “Føroyskt miðnám – Ein stutt eftirmeting av breytaskipanini”, sum júst er útkomið í apríl 2025, førir fram somu sjónarmið, at grundútbúgvingin í fólkaskúlanum eigur í síni heild at geva atgongd til miðnám. Hesi sjónarmið geva góða meining. Í hesum seinna álitinum verður tó lagt afturat, at upptøkukrøvini til allar breytir eiga at vera á sama stigi.     

At sleppa serstøku upptøkukrøvunum til miðnám í alis- og evnafrøði og týskum er gott fyri næmingarnar í fólkaskúlanum, fyri breytirnar á miðnámi og øll fremmandamálini, sum harvið fáa javnbjóðis umboðan, samstundis sum breytirnar vónandi fáa javnari býti av næmingum. Uppskotið í fyrra álitinum máar tó grundarlagið undan týskum sum vallærugrein í fólkaskúlanum, tí ikki ber til at byggja víðari á lærugreinina, ella tú mást fyrst byrja umaftur á miðnámi, um tú vilt halda fram. At sleppa verandi fortreytum fyri fremmandamálum á miðnámi er at lækka stigið á hugbreytini, sum tá einki framhaldsmál kann bjóða. Ei heldur hava tey tá somu fortreytir at byggja á. Tað stríðir somuleiðis ímóti tilmælinum í seinna álitinum, at allar breytir skulu vera á sama stigi. Her er sostatt enn ein knútur eftir at loysa.  

------------------------------------------------------------------------------------------------
Yvir 60% av øllum næmingunum á Føroya størsta miðnámsskúla hava bara kravdu málini føroyskt og enskt.

(Kelda: Herleif Hammer, rektari, 2017)

------------------------------------------------------------------------------------------------

Ferðavinnan

Føroyska ferðavinnan er í dag ein av Føroya størstu vinnum, sum alsamt veksur. Trot á ferðaleiðarum, ið duga onnur mál, hevur leingi verið. Spurningurin er, um vit seta nýggj fólk við, nú nógv færri læra fremmandamál? Fleirmæltar tænastur kunnu tó vera við til at virðisøkja vinnuna, soleiðis at tilfeingið verður betur gagnnýtt. Ella vit kundu havt færri ferðafólk og minni slit við somu úrtøku.

Vaksandi fleirmæltur samfelagsbólkur

Fremmandmælt og tvímælt, har annað málið er føroyskt, er ein alsamt vaksandi samfelagsbólkur. Tørvurin á útbúnum lærarum í føroyskum sum annaðmál er ovurhonds stórur. At undirvísa í føroyskum sum annaðmál er at undirvísa í einum fremmandamáli. Tað krevur royndir í at ogna sær mál og góða málfatan, eisini fleirmálsliga fatan. Seta vit, sum er, nóg væl við til at kunna røkja hesa uppgávuna í framtíðini?

___________________________________________________________________________

Brot úr námsætlan í týskum á miðnámi: 1. Samleiki:

“Fremmandamál eru portur út í heim og gera okkum før at koma í samband við onnur menniskju, lond og mentanir og at skilja, hvussu onnur búleikast og hugsa. Kunnleiki til fremmand mál og fremmandar mentanir vekir og fremur tolsemi.

( … )

Altjóðagerðin myndar í dag samvinnu og samstarv kring allan knøttin, og førleikin at duga at samskifta bæði munnliga og skrivliga er av alstórum týdningi. Tí er umráðandi at læra nógv og ymisk fremmandamál og teir læringarhættir, ið stuðla undir samskiftið. Fremmandamál geva okkum fjøltáttaðar málførleikar og innlit í aðrar mentanir. Hetta stuðlar undir væleydnað samstarv á øllum økjum.

Fremmandamál eiga rúmd og hava týðandi leiklut í evropeiskum høpi og á altjóða pallinum.

Kunnleiki til fremmandamál gevur okkum eisini innlit í okkara egna mál eins væl og onnur mál, alheims bókmentir, vísindi, fagrar listir og søgu og ger okkum soleiðis meira tilvitað um egnan samleika.

Týskt er eitt av høvuðsmálunum í Europa og fevnir í høvuðsheitum um Týskland, Eysturríki og Sveis. ( … ).

Týskt er tað málið, ið flest fólk tosa í Europa.

Týskt er eitt ríkt mentanarmál við søguligum rótum og eigur dýrgripir innan bókmentir og list umframt týðandi frambrot innan vísindi. Týskt er næststørsta vísindamál í heiminum.

Týskland er heimsins størsta útflutningsland, og samvinna við týskmælta heimin er og hevur verið sjálvsagt hjá føroyingum. Næst eftir norðbúgvar koma flest ferðafólk úr týskmæltu økjunum at vitja okkum.

At læra fremmandamál byggir á royndir og vitan úr móðurmálinum og øðrum fremmandamálum, sum longu eru tilognað í og uttan fyri skúlan. Føroyskt og týskt eru bendingarmál, og tí er natúrligt at bera málini saman í undirvísingini og soleiðis styrkja málsligu tilvitanina bæði í móðurmálinum og týskum.”

( ....)
(https://namsaetlanir.fo/midnam/laerugreinar/tyskt/tyskt-framhald-a).
___________________________________________________________________________

Framtíðar førleikar

Sum tað gongur fram í brotinum úr námsætlanini í týskum, snúgva førleikar í málum seg um so øgiliga nógv meir enn bara at duga at samskifta. Framtíðargranskarin Perttu Pölönen leggur dent á eginleikar í okkum sjálvum sum grundleggjandi framtíðar førleikar. Alt annað broytist so skjótt, at framtíðar menniskjanum tørvar kjølfesti í m.a. menniskjaligum eginleikum, dygdum og virðum fyri at kunna virka í ymsum høpi. Her hava m.a. fremmandamál og albúgving (dannilsi) ein týðandi leiklut.

Týskt og fremmandamál geva sostatt førleika at standa seg í altjóða samfelagnum, ikki bert í arbeiðshøpi, sum vit vanliga leggja doyin á, men eisini sum menniskju. At skilja aðrar mentanir krevur innlit innanífrá og tilvit um egnu mentan. Har eru málini lykilin, tí ígjøgnum tey ber til at liva seg inn í fremmandar heimar og hugsanarhættir. At menna millummentanarliga fatan, empati og tolsemi eru grundarsteinar fyri at duga saman, samstarva og skapa frið í heiminum – og ikki minst at finna fótafesti. Somuleiðis hevði tað í speglingini styrkt okkara føroyska samleika.

Føroyska málið

Tað er ein sannroynd, at okkara ungu spegla sær nógv í tí, sum amerikanskt er. Heimurin er tó fjøltáttaður og samansettur, ikki bert enskur, tó enskt er útbreitt sum altjóða arbeiðsmál. Fer meirilutin av føroyingum bara at duga føroyskt og enskt og kanska danskt, fer føroyskt mest sannlíkt at hvørva. Vit eru væl á veg at gerast fremmandagjørd mótvegis føroyskum, sum er farið at rilla sum ongantíð áður. Okkum tørvar eina málsliga javnvág, sum eisini kann spegla okkara mál.

Málfatan

Við styrktari málfatan hevði nógv verið vunnið. Tað krevur, at vit læra fremmandamál, og helst eisini okkurt mál, sum líkist okkara í bygnaði, sum t.d. týskt ger. Danskt og enskt eru fyrisetingarmál meir enn føroyskt er.

Vit seta tekstir í frásjón, men seta vit mál í frásjón? At fáa málfakini at stuðla hvørt annað, at røkka longri við færri tímum, sum álitið mælir til, er m.a. eisini at arbeiða fleirmálsliga. Tað hevði styrkt øll málini umframt føroyskt. Í Danmark er fleirmálsligur didaktikkur uppi í tíðini í gransking og útgávum sum liður í inkluderandi skúlanum fyri øll. Hetta bar Lærfest 2025 eisini týðiliga brá av. Velja vit at tillaga alla málundirvísing, soleiðis at hon eisini fær eina fleirmálsliga tilgongd, ber til at lofta øllum betur – eisini teimum fleirmæltu – við tí málsliga tilfeingi, tey longu hava at dúva uppá. 

Niðurstøða

Við altjóðagerðini er enskt í roynd og veru ikki eitt fremmandamál longur, men eitt gerandismál afturat, sum vit læra gjøgnum oyru og eygu allastaðni, á sama hátt sum vit læra móðurmálið. Henda veruleika hava norðmenn tikið til sín og endurspeglað í síni námsætlan. Danskt, sum er lærugrein frá 3. flokki, er í dag eitt fremmandari mál hjá okkara yngra ættarliði, enn tað var fyrr, hóast danskt framhaldandi er skuggamál í Føroyum. Enskt, sum í veruleikanum eisini er skuggamál, er lærugrein frá 4. flokki. Fellur týskt burtur sum lærugrein í fólkaskúlanum, ganga sostatt minst seks ella sjey ár, frá tí at næmingarnir fingu enskt, sum longu kent mál, til tey aftur kunnu læra eitt mál á miðnámi. Avleiðingin er, at tey fáa ikki smakk fyri fremmandamálum, áðrenn avgerðir um miðnám skulu takast, ei heldur fáa tey ment ella hildið viðlíka sjálvan førleikan at ogna sær mál eftir so langan steðg. Hesar fortreytir eru neyðugar fyri at fóta sær sjálvstøðugt í fremmandamálum eftir miðnámsskúla.

Enn er ógreitt, hvat vit í veruleikanum vilja við týskum í fólkaskúlanum og við fremmandamálum á miðnámi. Í tí sambandi skal albúgving (dannilsi) – harundir sum framtíðar førleiki – vinnulív og broytta fólkasamansetingin í Føroyum eisini havast í huga.

Týskt snýr seg ikki bara um at læra eitthvørt annað mál. Fyri okkum er týskt í eini lyklastøðu, sum kann gagna okkum á fleiri mótum bæði her heima og úteftir sum mest útbreidda móðurmál í Evropa, umboðandi eina av heimsins sterkastu tjóðum. Lat okkum tí ikki missa lærugreinina, áðrenn vit vita, hvat hon er verd.    

___________________________________________________________________________

“Ikki visti eg, hvussu nógv samskifti á teirra málsliga heimabana fekk at siga fyri meg sjálva eisini. Eg fekk so nógv meir burtur úr míni starvsvenjing í Týsklandi og knýtti tættari bond við fólk, tí eg dugdi málið. Tann upplivingin setti størri dám á alt enn nakað annað.”    

Lesandi føroyingur í náttúruvísindum

___________________________________________________________________________

Eitt fremmandamál framhald B stig gevur atgongd til 44 fleiri útbúgvingar. Eitt annað val gevur atgongd til í mesta lagi 15 fleiri útbúgvingar.

(Kelda: https://www.ug.dk/adgangskortet/stx?Tysk%20forts%C3%A6ttersprog=B)

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni