Tíðindi
08.07.2022
Hesin spurningurin var nógv frammi fyrst í hesum árinum, eitt nú í viku seks, sum á hvørjum ári varpar ljós á henda spurningin. Eisini Ungdómstingið, sum var í somu viku, tók evnið upp, og í kjalarvørrinum á tí vóru skrivligir fyrispurningar á tingi um evnið. Í orðaskiftinum, sum Fólkaheilsuráðið saman við eitt nú Amnesty International, Kyni og Føroya Politi skipaði fyri í Perluni í Havn 10. februar, fekk Eyðun Gaard, stjóri á Námi, henda sama spurningin: um næmingurin fær ta seksualundirvísing, honum tørvar, í fólkaskúlanum. “Nei,” var stutta svarið. “Fólkaskúlin hevur ikki nóg mikið av tilfari at brúka, tá ið talan er um seksualundirvísing; harumframt manglar okkum eina dagførda námsætlan.”
Heilsukunning og seksualupplýsing koma undir kravdu undirvísingarevnini í fólkaskúlanum. Í námsætlanini frá 2004 verða heilsukunning og seksualupplýsing umrøddar, men sum tað kom fram í orðaskiftinum í Perluni, er námsætlanin ikki alment tikin í nýtslu ella lýst í rundskrivi, eins og hinar námsætlanirnar eru; í øllum førum telist hon ikki millum tær, sum eru at síggja á heimasíðuni, har allar námsætlanirnar eru savnaðar.
Kanning, sum felagsskapurin Kyn hevur gjørt í miðnámsskúlunum, vísir, at næmingar sakna upplýsing í teimum sokallaðu bleytu viðurskiftunum í seksualundirvísingini, sum til dømis at seta mørk, samtykki, kynsligum samleika, kenslum og slíkum, og at tey sum heild vilja hava meiri seksualundirvísing. Stjórin í Námi viðurkennir, at tað er umráðandi at fáa til vega dagførda námsætlan, men tað ger størri mun at fáa dagført tilfar til seksualundirvísingina, heldur hann.
- Vit eru farin undir at dagføra námsætlanirnar í øllum lærugreinunum; tær verða dagførdar sambært norðurlendskum leisti, serliga norskum. Tað stendur ikki ovast á skránni hjá okkum at dagføra námsætlanirnar fyri kravdu undirvísingarevnini. Tað, sum hevur størri skund, er at fáa til vega tilfar, og har eru vit í gongd. Í bókini Gaia 4, sum er til náttúru og tøkni í fjórða flokki, verður kynsbúning umrødd og viðgjørd. Henda bókin, sum kom út í fjør, er fyrsta av trimum, og í øllum hesum bókunum verða ymisk evni innan seksualundirvísing umrødd. Í Gaia 5 taka vit í aftur somu evni, sum verða umrødd í Gaia 4, og í Gaia 6 fara vit undir nýggj evni, sum kunnu brúkast í seksualundirvísingini. Harumframt hava vit nýtt tilfar til lærugreinina lívfrøði og lutfalsliga nýtt tilfar til lærugreinina samfelagsfrøði, sum umrøða seksualviðurskiftini á ymsan hátt, og so arbeiða vit eisini við at gera tilfar til lívfrøði til 7., 8. og 9. flokk. Hetta tilfarið byggir sjálvsagt alt á námsætlanir.
Tað er stórarbeiði at dagføra allar námsætlanirnar til høvuðslærugreinirnar í fólkaskúlanum og miðnámi. Fyrr enn tað er liðugt, verður ikki farið undir kravdu undirvísingarevnini, eitt nú seksualundirvísing.
- Sjálvsagt hevur tað týdning at fáa námsætlan til evni, sum onga námsætlan hava, eitt nú seksualundirvísing, men tá ið talan er um júst hetta evnið, er tað ikki altavgerandi, tí evnið kemur fyri í fleiri lærugreinum, sum eru bundnar av námsætlanunum. Ein vansi við námsætlanum kann vera, at tað í teimum verða tilskilaðir nakrir førleikar, sum skulu kunna vigast og mátast; tað kanst tú ikki á sama hátt við einum evni sum seksualupplýsing. Tí er tað spurningurin, um tað eigur at vera námsætlan ella leiðbeinandi undirvísingarætlan, tá ið talan er um seksualundirvísing. Í námsætlanunum til høvuðslærugreinirnar, sum verða dagførdar nú, er seksualundirvísing partur í fleiri lærugreinum, og har er lagt upp fyri nýggjastu vitanini í teimum, soleiðis at tað kann verða undirvíst tvørtur um lærugreinir í hesum evninum.
Les alla greinina í Skúlablað nr 3, 2022.